Føroyameistarastevna í svimjing varð hildin í Havn frá 9. til 11. mai 2013.[1]Pál Joensen varð kosin Ársins svimjari hjá monnum og Poula Øssursdóttir Mohr varð kosin Ársins svimjari hjá kvinnum. Markus Joensen varð kosin Ársins stjørnuskot hjá monnum/dreingjum og Lív Erlingsdóttir Eidesgaard vann heiðurin sum Ársins stjørnuskot hjá kvinnum/gentum. Pál Joensen gjørdist tann svimjarin sum fekk flest FINA stig til eina kapping, og fekk handað steyp fyri tað.