Victoria Wigant Eysturdal

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Victoria Wigant Eysturdal (fødd 1998) er ein føroyskur svimjari, sum svimur fyri Ægir og Føroyar. Hon er lítlasystir Ceciliu W. Eysturdal, sum eisini er svimjari.

Lívsleið innan svimjing[rætta | rætta wikitekst]

NMU 2014[rætta | rætta wikitekst]

Nr. 6 í 400 metrar frí við tíðini 4:29.09[1]

FM/JM Stevna 2013 í Havn[rætta | rætta wikitekst]

Victoria setti eitt juniormet á stevnuni í einstaklingakapping (200 m frí) og so setti hon seniormet í 4 x 100 m frí.

  • Gull í 200 m frí við tíðini 2:06.13, sum var nýtt føroyskt juniormet, systir hennara Cecilia, sum vann silvur í hesi kappingini.[2]
  • Gull í 4 x 100 m frí við tíðini 3:55.91, sum var nýtt føroyskt met (seniormet). Hinar tríggjar vóru: Cecilia Eysturdal, Astrið Foldarskarð og Birita Debes.
  • Silvur í 400 m frí við tíðini 4:27.31
  • Bronsu í 4 x 100 m blandað við tíðini 4:38.68

NMU 2012 í Keypmannahavn - Føroyskt senior- og juniormet[rætta | rætta wikitekst]

Victoria luttók á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í svimjing, sum var í Keypmannahavn í juli 2012. Unga klaksvíksgentan setti eitt seniormet og tvey juniormet á stevnuni.

  • Gull í 200 m frí við tíðini 2:09.63, sum var nýtt føroyskt seniormet og juniormet. Gamla metið á 2:10.81 átti Jutta Thomsen, tað setti hon á Heimsmeistarastevnu í Melbourne í 2007.[3]
  • Nr. 4 í 800 m frí við tíðini 9.28.80, sum var nýtt føroyskt juniormet. Gamla juniormetið átti stórasystir hennara, Cecilia W. Eysturdal, tað var á 9:30.24 og varð sett til DÅM í 2010.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. svimjing.com - Heiðursmerki og met aftur í kvøld á NJM/NM 2014
  2. Livetiming.dk
  3. Svimjing.com Victoria 2:09.63, gull og føroyskt met á NMU 2012