Kristina Elin Thomsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Kristina Elin Thomsen (fødd 1998, úr Hvalba) er føroyskur svimjari, sum svimur fyri Susvim. Enn er hon ov ung at svimja fyri Føroyar, (hetta er skrivað í mai 2012). Í 2012 gjørdist hon føroyameistari (fyri vaksin) í 50 metrar firvald,[1] í 200 metrum firvald[2] og í 100 metrum firvald.[3]

Lívsleið innan svimjing[rætta | rætta wikitekst]

FM 2013 í svimjing[rætta | rætta wikitekst]

Kristina Elin luttók á FM í svimjing 2013, har hon vann fleiri heiðursmerki og setti føroyskt juniormet í 200 firvald við tíðini 2:25.26 minuttir.

  • Gull í 100 m firvald við tíðini 1:03.63[4]
  • Gull í 4 x 50 m frí við tíðini 1:47.15, sum var nýtt føroyskt met. Hinar 3 vóru: Guðrun Mortensen, Shaila millum Garðarnar og Tanja Skaalum[5]
  • Silvur í 200 m firvald við tíðini 2:25.26, sum var føroyskt juniormet, vinnarinPoula Ø. Mohr setti nýtt føroyskt seniormet við tíðini 2:23.25 og tók harvið metið sum Elin Kristina setti í 2012.[6]
  • Silvur í 100 m rygg við tíðini 1:03.88, kravtíðin til EJM fyri gentur føddar í 98 er 1.05.34.[7]
  • Silvur í 4 x 100 m frí við tíðini 3:57.26, tíðin var undir føroyska metið, men Ægir kvinnurnar/genturnar svumu uppaftur skjótari og settu nýtt føroyskt met.[8]
  • Silvur í 4 x 100 m blandað við tíðini 4:26.34, tíðin var undir føroyska metið, men Ægir kvinnurnar/genturnar svumu uppaftur skjótari og settu nýtt føroyskt met.[9]

2012 - Setti føroysk senior met sum 13-ára gomul[rætta | rætta wikitekst]

Kristina Elin Thomsen hevur sett fýra føroysk senior met (sum sjálvandi eisini eru junior met) innan firvaldasvimjing. Á Ægirstevnuni í Klaksvík í februar 2012 setti hon met í 100 og 200 metrum firvald, og á Føroyameistarastevnuni í Havn í mai 2012 setti hon eisini met í 50 metrar firvald.

  • 50 metar firvald á stuttbana við tíðini 27.67, metið setti hon 11. mai 2012
  • 100 metar firvald á stuttbana við tíðini 1:03.44, metið setti hon 12. februar 2012
  • 200 metar firvald á stuttbana við tíðini 2:25.36, metið setti hon 11. februar 2012
  • 4x50 metrar frí við tíðini 1:47.37, metið setti hon saman við Guðrun Mortensen, Helena S. Sævarsdóttir og Shaila millum Garðarnar á Føroyameistarastevnuni í Havn 13. mai 2012

Ársins svimjari og ársins stjørnuskot 2012[rætta | rætta wikitekst]

Eftir føroyameistarastevnuna 2012 í Havn varð Kristina Elin Thomsen kosin Ársins Stjørnuskot og Ársins Svimjari.[10]

  • 2012 - Ársins Svimjari
  • 2012 - Ársins Stjørnuskot

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Livetiming.dk, Úrslit Kapping 7 (Finalur) Senior - Við stigum og millumtíðum, Kapping 7, 50m Firvald Kvinnur, Finalur, Senior
  2. Livetiming.dk, Kapping 17, 200m Firvald Kvinnur, Finalur, Senior
  3. Livetiming.dk, Kapping 33, 100m Firvald Kvinnur, Finalur, Senior
  4. Livetiming.dk Kapping 33, 100m Firvald Kvinnur, Finalur, Senior
  5. Livetiming.dk Kapping 41, 4X50m Frísvimjing Kvinnur, Finalur, Senior
  6. Livetiming.dk Kapping 17, 200m Firvald Kvinnur, Finalur, Senior
  7. Livetiming.dk Kapping 9, 100m Ryggsvimjing Kvinnur, Finalur, Senior
  8. Livetiming.dk Kapping 13, 4X100m Frísvimjing Kvinnu, Finalur, Senior
  9. Livetiming.dk Kapping 27, 4X100m Blandað Kvinnur, Finalur
  10. Sudurras.info, SuSvim ársins svimjara hjá monnum og kvinnum

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]