Poula Øssursdóttir Mohr

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Poula Ø. Mohr)

Poula Øssursdóttir Mohr (fødd 1995) er ein føroyskur svimjari, sum í løtuni (mai 2013) svimur fyri Havnar Svimjifelag og fyri Føroyar. Hon hevur sett fleiri føroysk senior og junior met í svimjing. Á FM Stevnuni í Havn í mai 2013 varð hon kosin Ársins Svimjari. Poula er dóttir listamálaran Øssur Mohr. Bróðir hennara Pauli Øssursson Mohr er eisini svimjari, sum eitt nú hevur sett føroysk senior met í 50 m bringu á lang- og stuttgeil og fleiri liðmet (senior) á stuttgeil. Eldri bróðir teirra Jákup Øssursson Mohr var svimjari fyrr og var við til at seta met í liðsvimjing í 4 x 200 m frí á langgeil. Poula hevur fyrr svomið fyri Fuglafjarðar Svimjifelag. Í mai 2013 varð Poula úttikin til Føroyska svimjilandsliðið sum skal svimja á HM í Barcelona.

Lívsleið innan svimjing[rætta | rætta wikitekst]

FM 2013[rætta | rætta wikitekst]

Poula luttók á FM í svimjing 2013 í Havn 9. til 11. mai 2013 og vann 4 gull heiðursmerki, eitt silvur og 2 bronsu. Harumframt vann hon heiðurin Ársins svimjari hjá kvinnum 2013.

  • Gull í 100 metrar blandað, føroyskt senior met[1]
  • Gull í 200 m blandað við tíðini 2:20.65 (hon eigur sjálv metið, sum í løtuni er við tíðini 2:20.21.
  • Gull í 200 metrar firvald við tíðini 2:23.25, sum var nýtt føroyskt seniormet.[2]
  • Gull í 400 m blandað við tíðini 5:12.59
  • Silvur í 50 m rygg við tíðini 29.57
  • Bronsu í 100 m rygg
  • Bronsu í 4 x 100 m frí

Ársins svimjari 2013[rætta | rætta wikitekst]

Eftir FM-kappingina í svimjing í mai 2013 varð Poula kosin Ársins svimjari 2013 hjá kvinnunum. Hjá monnunum var tað Pál Joensen, ið vann heiðurin.

Oyggjaleikir 2009[rætta | rætta wikitekst]

Poula vann tvey silvur heiðursmerki á Oyggjaleikunum 2009.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Livetiming.dk
  2. Livetiming.dk Kapping 17, 200m Firvald Kvinnur, Finalur, Senior