Ernest Borgnine

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Borgnine frá 2010

Ernest Borgnine (f. 24. januar 1917 í Connecticut – d. 8. juli 2012 í Kalifornia) hevur verið við í nógvum filmum. Ofta sum óndi maðurin ella banditturin. Eisini hevur hann havt leiklut í fleiri sjónvarpsrøðum. Ernest Borgnine varð føddur við navninum Ermes Effron Borgnino 24. januar 1917 í Hamden í Connecticut í USA. Kendi amerikanski filmssjónleikarin andaðist 8. juli 2012. Hann gjørdist 95 ára gamal. Hann vann sær ein Oscar fyri leiklutin sum Marty Piletti í fiminum "Marty" í 1955. Honum er eisini ognað ein stjørna á kenda Walk of Fame í Hollywood, Kalifornia. Í 1973 giftist hann norsku Tova Træsnæs, sum nú situr einkja. Hon er annars fimta kona hansara og er kend fyri kosmetikkfyritøku sína "Beauty of Tova". Borgnine var í mong ár í amerikansku sjóverjuni, áðrenn hann fór á sjónleikaraskúla. Fyrstu ferð á palli var á Broadway, New York í 1947, og fólk løgdu hann til merkis. Á filmi var hann fyrstu ferð at síggja í 1951. Seinni gjørdist hann kendur sum óndi sersjanturin í "From Here To Eternity" í 1953.