Eg veit, hvat tit gjørdu í fjør summar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Land USA
Mál Enskt
Sjangra Ræðufilmur
Leikstjórn Jim Gillespie
Framleiðari William S. Beasley
Leikrit Kevin Williamson
Lois Duncan
Tónleikur John Debney
Spælitíð 100 min
Útgávudato 17. oktober 1997 (USA)

Eg veit, hvat tit gjørdu í fjør summar (enskt: I Know What You Did Last Summer) er ein amerikanskur ræðufilmur frá 1997. Filmurin er spældur inn í Bodega Bay í Kalifornia. Høvuðsleikarar í filminum eru Jennifer Love Hewitt (Julie James), Sarah Michelle Gellar (Helen Shivers), Freddie Prinze Jr. (Ray Bronson) og Ryan Phillippe (Barry William Cox). Filmurin eru framleiddur í USA. Leikrit hevur Kevin Williamson skrivað eftir skaldsøgu hjá Lois Duncan.

Søgugongd[rætta | rætta wikitekst]

Fýra vinfólk koyra ein mann yvir, og hann doyr. Tey sleppa sær av við líkið og lova hvørjum øðrum, at tey ongatíð skulu fortelja nøkrum um hendingina. Men eitt ár eftir fáa vinfólkini eini óhugnalig boð um, at onkur veit, hvat tey gjørdu í fjør summar. Og so verður alt til eina blóðdálkaða marru fyri øll fýra.

Virðirslønir[rætta | rætta wikitekst]

1997 ASCAP Award Top Box Office Films, John Debney Nominerað
1998 Saturn Award Best Horror Film Nominerað
1998 Blockbuster Entertainment Award Favorite Female Newcomer, Favorite Actress, Jennifer Love Hewitt Vunnið
1998 Blockbuster Entertainment Award Favorite Supporting Actress - Horror, Sarah Michelle Gellar Vunnið
1998 Blockbuster Entertainment Award Favorite Actor - Horror, Freddie Prinze Jr. Nominerað
1998 Blockbuster Entertainment Award Favorite Actress - Horror, Jennifer Love Hewitt Nominerað
1998 Blockbuster Entertainment Award Favorite Supporting Actor, Ryan Phillippe Nominerað
1998 IHG Award Best Movie Nominerað
1998 MTV Movie Awards Best Breakthrough Performance, Sarah Michelle Gellar Nominerað
1998 Young Artist Award Best Performance in a Feature Film - Leading Young Actress, Jennifer Love Hewitt Nominerað

Leikarar[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]