Arnold Schwarzenegger

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Arnold Schwarzenegger.

Arnold Schwarzenegger (føddur 30. juli 1947 í Thal í Styria, Eysturríki) var guvernørur í statinum Kalifornia í USA. Schwarzenegger varð heimskendur sum actionstjørna í filminum "Terminator" frá ’84. Í ’91 fylgdi hann hesum filminum upp við "Terminator 2: Judgement Day" og í ´03 kom seinasti filmurin, "Terminator 3: Rise of the Machines", sum hann spældi við í. Eftir hetta varð sjónleikarin valdur til guvernør í Kalifornia og hann segði tí fyribils farvæl við Hollywoodheimin.

CBS News vil vera við, at Arnold Schwarzenegger er ein av teimum mongu, sum er ímóti nýggju lóggávuni í Arizona í 2010, sum krevur, at innflytarar skulu hava pappír á sær, sum prógva, at teir hava loyvi til at búgva í USA.

[rætta] Útvortis ávísing

Persónlig amboð
Navnarúm

Ymisk sløg
Skoðanir
Gerningar
Navigatión
Luttøka
Amboð
Onnur mál