Ársins átak
Appearance
"Ársins átak" er ein heiður, sum kann latast á hvørjum árið á árliga Vinnudegnum, sum Vinnuhúsið og Føroya Arbeiðsgevarafelag skipa fyri.[1] Heimasíðan hjá Vinnuhúsinum sigur m.a., at: Umframt at velja Ársins Virki kann dómsnevndin velja at heiðra eitt virkið ella ein persón, sum hevur gjørt eitt serligt átak, ið kann gagna vinnuligum framburði. Hetta kann vera eitt einkult átak, men kann eisini vera arbeiði, sum er gjørt í longri tíð. Høvuðsheiðurslønin sum verður latin á Vinnudegnum eitur "Ársins Virki".
Ársins átak
[rætta | rætta wikitekst]- Ársins átak 2015 var Defined Energy - Heri Schwartz Jacobsen úr Gøtu hevur ment ein hitavekslara, ið er ein skipan, sum endurnýtir spillvatnshita og harvið sparir orku.[2]
- Ársins átak 2014 var Pam Offshore og Mest fyri at fáa boripallin West Hercules til Føroya til umvælingar.
- Ársins átak 2013 var Koks[3]
- Ársins átak 2012 var Varðin Pelagic
- Ársins átak 2011 var Jákup Zachariasen, tónleikari og tónleikaframleiðari.[4]
- Ársins átak 2010 var Vilt við Finn Johannesen og øðrum.[5]
- Ársins átak 2009 var Tórshavnar Matfestivalur við Mortan í Hamrabyrgi
- Ársins átak 2008 var Decision3
- Ársins átak 2006 var Vinnuvitan
- Ársins átak 2005 var Fariga Seafood
- Ársins átak 2004 var Atlantic Airways (sáttmálin við Aker Stord)
- Ársins átak 2003 var Formula.fo við Total View
- Ársins átak 2002 var Teitur Lassen
- Ársins átak 2001 var North Atlantic Fish Fair [6]
Sí eisini
[rætta | rætta wikitekst]Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Industry.fo[deyð leinkja]
- ↑ in.fo - Orkuspararari er ársins átak[deyð leinkja]
- ↑ "Aktuelt.fo, Matstovan Koks er ársins átak". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-10-03. https://web.archive.org/web/20131003015545/http://aktuelt.fo/grein/matstovan_koks_er_arsins_tak. Heintað 2013-09-27.
- ↑ Aktuelt.fo, Jákup Zachariasen ársins átak 2011[deyð leinkja]
- ↑ "Sudurras1.com". http://www.sudurras1.com/pages/posts/vilt-arsins-atak-20104495.php. Heintað 2010-10-01.
- ↑ "Industry.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-01-04. https://web.archive.org/web/20150104203140/http://www.industry.fo/Default.aspx?ID=32&M=News&PID=5&NewsID=427. Heintað 2010-10-01.