Keisari
Appearance
Keisari kallast ríkisleiðarin í summum londum. Orðið keisari kemur úr latíni. Vit kenna tað eisini sum navnið Cæsar. Umframt í rómverjaríkinum hava eisini ríkisleiðarar í fleiri evropeiskum londum rópt seg keisara, m.a. Russlandi (russakeisari ella sarur), Fraklandi (Napoleon Bonaparte), í Eysturríki og í Týsklandi. Fleiri lond uttanfyri Evropa høvdu eisini einaferð ein keisara sum ríkisleiðara, m.a. Etiopia, Persia, Kina, Japan, India, Brasil og Meksiko.
Rómverskir keisarar
[rætta | rætta wikitekst]- 31 f.Kr - 14. e.Kr: Augustus (Gajus Julius Cæsar Octavianus)
- 14 - 37 e.Kr: Tiberius, stjúksonur Augustus.
- 37 - 41 e.Kr: Galigula
- 41 - 54 e.Kr: Klaudius
- 54 - 68 e.Kr: Nero. Umfatandi atsóknir vóru móti teimum kristnu undir Nero keisara, og hildið verður, at Paulus ápostul møguliga er dripin undir Nero.
- 68 - 69 e.Kr: Galba
- 69 e.Kr: Otho
- 69 e.Kr: Vitellius
- 69 - 79 e.Kr: Vespasianus
- 70 - 81: Titus. Tað var undir Titusi, at Jerusalem var lagt í oyði í sambandi við jødiska uppreisturin ár 70 - 74 e.Kr., og Titusbogin í Rom er reistur til minnis um sigurin á Jerúsalem.
- 81 - 96 e.Kr.: Domitianus