Yvirgangsálopið í Nice 2016

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Yvirgangsálopið í Nice 2016
Promenade des Anglais, har álopið fór fram
Rutan hjá álopsmanninum frá vestri móti eystri
Staður Promenade des Anglais, Nice, Frakland
Koordinatar 43°41′37″N 7°15′21″E / 43.6936°N 7.2557°E / 43.6936; 7.2557Coordinates: 43°41′37″N 7°15′21″E / 43.6936°N 7.2557°E / 43.6936; 7.2557
Dato 14. juli 2016 (Bastilludagur)
uml. 22:40 CEST (UTC+02:00)
Slag av álopi
Álop við akfari
Vápn Stórur lastbilur og ein 7.65mm pistólur
Deyð 86 (álopsmaðurin ikki íroknaður)[1][2]
Ikki-deyðiliga særd
>400[3]
Brotsfólk undir illgruna
Fimm mistonkt fongslaði fyri viðvirkan.[4]

Yvirgangsálopið í Nice fór fram um kvøldið 14. juli 2016, á franska tjóðardegnum, og var framt av einum manni, Mohamed Lahouaiej Bouhlel, ið var tunesari, ið búði í Fraklandi.[5][6] Álopsmaðurin koyrdi við vilja ein 19 tons tungan lastbil inn í eina stóra mannamúgvu, ið hátíðarhelt Bastilludagin á Promenade des Anglais í Nice, og drap í minsta lagi 84 fólk og særdi meira enn 300.[7][8][9] Hann varð skotin og dripin av fronsku løgregluni. Hendingin er blivin nevnd sum tað triðstørsta yvirgangsálopið í Fraklandi síðan januar 2015, næst eftir Île-de-France álopini tann 7. 9. januar 2015 og Paris-álopini hin 13. november 2015.[9]

Stutt eftir álopið lýsti franska stjórnin landasorg í tríggjar dagar í Fraklandi og longdi undantaksstøðuna í landinum, ið varð sett í verk eftir álopini í Paris, við seks mánaðum.

Tveir dagar eftir álopið, hin 16. juli tók yvirgangsfelagsskapin Islamiskur Statur ábyrgdina fyri álopið.[10] Hin 21. juli segði tann franski ákærin, at Lahouaiej-Bouhlel hevði lagt ætlanir um álopið í fleiri mánaðir og at hann hevði fingið hjálp frá samsekum. Fimm fólk vórðu ákærd fyri teirra leikluti í at hjálpa honum.[11][12][13]

Bakgrund[rætta | rætta wikitekst]

Sama morgun sum álopið fór fram, segði franski forsetin, François Hollande, at undantaksstøðan í landinum fór at vera sett úr gildi, eftir at Tour de France var liðugt hin 26. juli 2016.[14] Frakland hevði júst verið vertur fyri EM í fótbólti 2016, har ið landið hevði víðkaði trygdarkrøv á støðunum, har ið dystirnir vóru spældir. Nakrir dystir vórðu spældir í Nice, tann seinasti var dysturin millum Ongland og Ísland hin 27. juni.[15]

Um kvøldið 14. juli í Nice, varð Bastilludagurin hátíðarhildin fram við sjóvarmálanum á Promenade des Anglais,[16] har komu nógv fólk, umleið 30.000, og ein partur av hátíðarhaldinum var ein framsýning av franska flogvápninum. The Promenade des Anglais var stongd fyri ferðslu undir tiltakinum, eins og undanfarin ár, og ein stórur partur av koyribreytini var gjørdur um til gongugøtu. Eins og sigur var, so endaði hátíðarhaldið við einari fýrverk-framsýning, ið fór fram millum 22:00 og 22:20.[17][18][19]

Álopið[rætta | rætta wikitekst]

Hin 14. juli í Nice klokkan umleið 22:30, beint eftir at Bastilludags-fýrverkið var liðugt, kom ein hvítur 19-tons tungur lastbilur til sjóndar frá Magnan-grannalagnum í Nice og snaraði eystureftir og inn á Promenade des Anglais, ið tá varð stongd fyri ferðslu, nærindis Fondation Lenval Barnasjúkrahúsið.[20] Lastbilurin koyrdi við nógvari ferð, umleið 90 km um tímar og koyrdi upp á gongubreytina, og rakti og drap nógv fólk, ið vóru har. Lastbilurin helt áfram og koyrdi framvið Centre Universitaire Méditerranéen, har ið lokala løgreglan boðaði frá um tilburðin.[21][22] 400 metrar frá barnasjúkrahúsinum, har ið vegurin kom saman við Boulevard Gambetta, setti lastbilurin ferðina upp og breyt seg inn ígjøgnum eina vegforðin, ið var ein politibilur og aðrar forðingar,[23] og settu markið fyri, har ið økið við fyribils-gongugøtuni byrjaði.[24]

Eftir at hava brotið seg ígjøgnum vegforðingina, koyrdi lastbilurin í siksak, og rakti harvið tilvildarlig fólk ið gingu ella stóðu á gongubreytini ella á vegnum, ið hevði 3 koyribreytir á havsíðuni á promenaduni.[25] Lastbilurin koyrdi síðan eftir gongubreytini til hann ikki slapp longur, tí har var eitt bussskýli, og rakti og drap og særdi sera nógv fólk.[26] Eftir at lastbilurin kom til Hotel Negresco, koyrdi hann spakuligari, og misti uppaftur meira ferð, tá ið ein á súkklu royndi at sleppa inn í førarahúsið, men noyddist at gevast, tá ið førarin hótti hann við einum pistóli gjøgnum vindeyga,[27] og síðan royndi ein á motorsúkklu at støðga lastbilinum við at krøkja seg fastan í síðuna av bilinum og royndi at sleppa inn í førarahúsið. Vitni hava greitt frá, at ein maður ið royndi at støðga lastbilinum, datt niður á vegin og undir hjólini á lastbilinum.[28][29][30][31] Vitni hava eisini greitt frá fyri The Telegraph, at tey sóu ein mann klúgva upp til førarahúsið og berjast við føraran, hetta hendi við eina vegforðing. Førarin skeyt eftir hesum manninum við sínum 7.65 mm pistóli, men rakti hann ikki. Síðan kom løgreglan á staði við 9mm Sig Sauer hondvápnum, og royndi at skjóta føraran.[21][32]

Lastbilurin helt leiðina fram umleið 200 metrar, til hann støðgaði klokkan 22:35 beint við Palais de la Méditerranée umleið fimm minuttir eftir, at álopið byrjaði.[33][34] At enda vóru tað tveir løgreglumenn frá fronsku løgregluni, ið skutu føraran og drópu hann.[25][34] Álopið fór fram á einum vegastrekki á 1,7 km, millum nummar 11 og 147 á Promenade des Anglais, har ið 84 fólk vórðu dripin og álopið elvdi til panikk og fólk runnu skríggjandi frá staðnum.[35] Summi vóru særd av tí at tey lupu niður á strondina, ið lá fleiri metrar undir Promenaduni.[36]

Inni í førarahúsinum fann løgreglan ein 7.65mm pistól, eitt pistólmagasin, ein falskan pistól, eina falska granat, eina Kalashnikov, ið ikki virkaði og eina M16 byrsu, ið ikki virkaði.[37]

Offur[rætta | rætta wikitekst]

Yvirgangsmaðurin drap 84 fólk og særdi 308, harav vóru 52 kritiskt særd, 25 av teimum vóru í respirator næsta dagin. Tann 17. juli vóru 65 enn innløgd á sjúkrahúsi, harav var støðan kritisk hjá 18.[38] Tíggju av teimum deyðu vóru børn. Talið 308 merkir, at hesi fólk fingu viðgerð á sjúkrahúsi orsakað av skaðum frá álopinum. Summar av hesum innleggingunum hendu ikki beinanvegin.[9][3] Av teimum 84 deyðu vóru 38 fólk úr øðrum londum enn Fraklandi.[39] Sambært einum lokalum talsmanni fyri muslimar, so vóru tað í minsta lagi 30 muslimar millum tey 84 deyðu.[40] Líkini av øllum teimum 84 offrunum eru eyðmerkt av fronsku myndugleikunum[41]

Viðmerkingar[rætta | rætta wikitekst]

  1. 1.0 1.1 Teirra millum: 2 borgarar við dupultum Estiskum-Russiskum tjóðskapi

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "EN DIRECT – Attentat sur la promenade des Anglais à Nice" (in French). Le Figaro (France). http://www.lefigaro.fr/actualite-france/2016/07/14/01016-20160714LIVWWW00269-attentat-nice-promenade-des-anglais.php. 
  2. "Terror Attack on Nice: At Least 80 Dead After Grenade-Filled Truck Plows Into Crowd, Officials Say". ABC. http://abcnews.go.com/International/nice-lockdown-amid-fears-terror-attack/story?id=40590537&cid=abcn_tco. Heintað 15 July 2016. 
  3. 3.0 3.1 "France Blames ISIS for Inspiring Terrorist Attack in Nice". The New York Times. 16 July 2016. http://www.nytimes.com/2016/07/17/world/europe/isis-nice-france-attack.html. 
  4. "Nice : cinq suspects mis en examen pour association de malfaiteurs terroriste criminelle". Le Monde. http://www.lemonde.fr/societe/article/2016/07/22/nice-cinq-suspects-mis-en-examen-pour-association-de-malfaiteurs-terroriste-criminelle_4972976_3224.html. Heintað 21 July 2016. 
  5. "Attentat de Nice : ce que l'on sait du chauffeur, Mohamed Lahouaiej Bouhlel" (in fr-FR). Nouvel Obs. http://tempsreel.nouvelobs.com/societe/attaque-de-nice/20160715.OBS4681/attentat-de-nice-ce-que-l-on-sait-du-chauffeur-du-camion.html. Heintað 15 July 2016. 
  6. "Attentat à Nice : le suspect a été formellement identifié" (in fr). Europe1. http://www.europe1.fr/faits-divers/attentat-a-nice-ce-que-lon-sait-du-supect-2800117. Heintað 15 July 2016. 
  7. 7.0 7.1 "Latest updates on France lorry attack". BBC. http://www.bbc.co.uk/news/live/world-europe-36799172. Heintað 15 July 2016. 
  8. "Attentat à Nice: au coins 84 persons tunes par le camion fou" (in fr). Paris Match. http://www.parismatch.com/Actu/Societe/Attentat-a-Nice-au-moins-84-morts-et-18-blesses-en-etat-d-urgence-absolue-1020058. Heintað 15 July 2016. 
  9. 9.0 9.1 9.2 Breeden, Alissa J. Rubin, Adam Nossiter, Aurelien; Blaise, Lilia (15 July 2016). "Death Toll From Terrorist Attack in Nice, France, Rises to 84". The New York Times. ISSN 0362-4331. http://www.nytimes.com/2016/07/16/world/europe/attack-nice-bastille-day.html. 
  10. Joscelyn, Thomas (16 July 2016). "Islamic State claims its ‘soldier’ carried out Bastille Day attack in Nice, France". Long War Journal. http://www.longwarjournal.org/archives/2016/07/islamic-state-claims-its-soldier-carried-out-bastille-day-attack-in-nice-france.php. 
  11. "Nice attacker plotted for months with 'accomplices'". CNN. 21 July 2016. http://edition.cnn.com/2016/07/21/europe/nice-france-attacker-plot-accomplices/. 
  12. "Nice attack: Prosecutor says suspect had accomplices". BBC. 21 July 2016. http://www.bbc.co.uk/news/world-europe-36859312. Heintað 21 July 2016. 
  13. "Nice truck killer had support, accomplices for carefully planned attack". France24. 21 July 2016. http://www.france24.com/en/20160721-nice-truck-attack-killer-support-accomplices-premeditated-attack. Heintað 21 July 2016. 
  14. "Hollande confirme la fin de l'état d'urgence après le Tour de France [Hollande confirms the end of a state of emergency after the Tour de France]" (in fr). France 24. http://www.france24.com/fr/20160714-hollande-fin-etat-durgence-ei-tour-france-26-juillet-terrorisme-attentats-13-novembre. Heintað 14 July 2016. 
  15. Chrisafis, Angelique. "Euro 2016 fan zones in spotlight as France finalises huge security operation". The Guardian. https://www.theguardian.com/football/2016/jun/07/euro-2016-creates-huge-security-headache-for-french-police. Heintað 16. juli 2016. 
  16. "Sécurité à Nice : les questions en suspens après l’attentat du 14 juillet" (in fr). Le Monde. 22 July 2016. http://www.lemonde.fr/les-decodeurs/article/2016/07/22/securite-a-nice-quelles-questions-restent-en-suspens-apres-l-attentat-du-14-juillet_4973425_4355770.html. Heintað 24 July 2016. 
  17. Higgins, Andrew (14 July 2016). "In Nice, a Vibrant Celebration Gives Way to a Trail of Death". The New York Times. http://www.nytimes.com/2016/07/15/world/europe/nice-bastille-day.html. Heintað 15 July 2016. 
  18. "Nice attack: What we know of the Bastille Day killings". BBC. 15 July 2016. http://www.bbc.com/news/world-europe-36801671. Heintað 15 July 2016. 
  19. Pierre Alonso (17 July 2016). "La sécurité autour du feu d'artifice de Nice était-elle suffisante ?". liberation.fr. http://www.liberation.fr/france/2016/07/17/la-securite-autour-du-feu-d-artifice-de-nice-etait-elle-suffisante_1466631. 
  20. "Comment le camion a-t-il pu circuler sur la promenade des Anglais pourtant fermée à la circulation ?". francetvinfo.fr. 15 July 2016. http://www.francetvinfo.fr/faits-divers/terrorisme/attaque-au-camion-a-nice/comment-le-camion-a-t-il-pu-circuler-sur-la-promenade-des-anglais-pourtant-fermee-a-la-circulation_1548357.html. 
  21. 21.0 21.1 Grégoire Biseau, Sylvain Mouillard, Willy Le Devin and Ismaël Halissat (20. juli 2016). "Sécurité à Nice. 370 mètres de questions". liberation.fr. http://www.liberation.fr/france/2016/07/20/securite-a-nice-370-metres-de-questions_1467531. Heintað 29 July 2016. 
  22. Moore, Jack (18 July 2016). "Nice Attack: Final Moments of Muslim Grandmother Who Was First Victim". Newsweek. http://europe.newsweek.com/final-moments-muslim-mum-seven-first-killed-nice-attack-481274. Heintað 23 July 2016. 
  23. Pierre Alonso (17 July 2016). "La sécurité autour du feu d'artifice de Nice était-elle suffisante ?". liberation.fr. http://www.liberation.fr/france/2016/07/17/la-securite-autour-du-feu-d-artifice-de-nice-etait-elle-suffisante_1466631. Heintað 29 July 2016. 
  24. "EN DIRECT Attentat de Nice : le camion a forcé le passage". challenges.fr/. 16 July 2016. http://www.challenges.fr/france/20160716.CHA1900/en-direct-attentat-de-nice-4-hommes-interpelles-dans-l-entourage-du-tueur.html. 
  25. 25.0 25.1 "Ce que l'on sait de l'attentat commis à Nice". lemonde.fr. 15 July 2016. http://www.lemonde.fr/police-justice/article/2016/07/14/a-nice-un-camion-fonce-dans-la-foule-reunie-pour-les-festivites-du-14-juillet_4969589_1653578.html. .
  26. Alain Auffray, Arnaud Vaulerin, Pierre Alonso, Stéphanie Harounyan, Laure Bretton, Mathilde Frénois et Amélie Quentel (15 July 2016). "Nice, la nuit de l'apocalypse". liberation.fr. http://www.liberation.fr/france/2016/07/15/nice-la-nuit-de-l-apocalypse_1466516. .
  27. "Ce Niçois raconte comment il a tenté d'ouvrir la porte du camion quand le terroriste l'a braqué". Nice-Matin. 18 July 2016. http://www.nicematin.com/faits-divers/video-ce-nicois-raconte-comment-il-a-tente-douvrir-la-porte-du-camion-quand-le-terroriste-la-braque-65301. Heintað 28 July 2016. 
  28. "Le héros au scooter raconte: "J’étais prêt à mourir pour l’arrêter"" (in fr). Nice-Matin. 22 July 2016. http://www.nicematin.com/faits-divers/exclusif-le-heros-au-scooter-raconte-jetais-pret-a-mourir-pour-larreter-66294. Heintað 28 July 2016. 
  29. "La ville de Nice a honoré Franck, Gwenaël et Alexandre, ses trois héros de l'attentat" (in fr). Nice-Matin. 26 July 2016. http://www.nicematin.com/faits-divers/la-ville-de-nice-a-honore-franck-gwenael-et-alexandre-ses-trois-heros-de-lattentat-67284. Heintað 28 July 2016. 
  30. Mélanie Faure (16 July 2016). "Nice : le motard qui a poursuivi le poids lourd a-t-il également essayé de le désarmer ?". lci.tf1.fr. http://lci.tf1.fr/france/faits-divers/nice-un-motard-a-t-il-tente-d-arreter-le-camion-en-s-accrochant-desesperement-8766446.html. 
  31. Willgress, Lydia; Samuel, Henry (15 July 2016). "Hero motorcyclist attempted to stop Nice terror attacker". The Telegraph. http://www.telegraph.co.uk/news/2016/07/15/hero-motorcyclist-attempted-to-stop-nice-terror-attacker/. Heintað 16 July 2016. 
  32. "Attentat de Nice : ce que l'on sait du chauffeur du camion". tempsreel.nouvelobs.com. 15 July 2016. http://tempsreel.nouvelobs.com/societe/attaque-de-nice/20160715.OBS4681/attentat-de-nice-ce-que-l-on-sait-du-chauffeur-du-camion.html. Heintað 17 July 2016. 
  33. "Exclusif : la chronologie de l'attentat du 14-Juillet établie par la policière de Nice". Marianne. 24 July 2016. http://www.marianne.net/exclusif-chronologie-attentat-du-14-juillet-etablie-policiere-nice-100244651.html. Heintað 27 July 2016. 
  34. 34.0 34.1 "Bastille Day attack: 'Hysterical crowds were running from death'". The Guardian. 15 July 2016. https://www.theguardian.com/world/2016/jul/15/nice-truck-attack-victims-survivors-bastille-day-crowds. Heintað 24 July 2016. 
  35. "Attaque à Nice : au moins 77 morts, un suspect abattu". http://www.leparisien.fr/faits-divers/en-direct-attentat-a-nice-un-camion-fonce-dans-la-foule-de-nombreux-morts-14-07-2016-5967837.php. Heintað 15 July 2016. 
  36. "A Nice des scènes d'horreur sur la promenade des Anglais". leprogres.fr. 16 July 2016. http://www.leprogres.fr/france-monde/2016/07/15/a-nice-des-scenes-d-horreurs-sur-la-promenade-des-anglais. 
  37. "Lorry have guns inside". BBC. 15 July 2016. http://www.bbc.com/news/world-europe-36808020. 
  38. "Nice attack: Who were the victims?". BBC News. http://www.bbc.co.uk/news/world-europe-36805164. Heintað 18 July 2016. 
  39. "Whom did the France attack hurt disproportionately? Tourists to Nice, and Muslims". Toronto Star (Canada). 20 July 2016. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 21 July 2016. https://web.archive.org/web/20160721122141/https://www.thestar.com/news/world/2016/07/20/whom-did-the-france-attack-hurt-disproportionately-tourists-to-nice-and-muslims.html. Heintað 20 July 2016. 
  40. "A Third of Nice Truck Attack’s Dead Were Muslim, Group Says". New York Times. 19 July 2016. http://www.nytimes.com/2016/07/20/world/europe/nice-truck-attack-victims-muslims.html?_r=1. Heintað 20 July 2016. 
  41. "Les 84 victimes de l'attentat de Nice identifiées, qui sont-elles?". Huffington Post-Le Monde. AFP. 21 July 2016. http://www.huffingtonpost.fr/2016/07/19/victimes-attentat-de-nice-identifiees-terrorisme_n_11068092.html?utm_hp_ref=attentat-de-nice. Heintað 23 July 2016. , List of the 84 victims
  42. "Algeria: Nice Attack - Fifth Algerian Victim Identified, 4-Year-Old Boy Seriously Injured". 18 July 2016. http://allafrica.com/stories/201607190927.html. Heintað 23 July 2016. 
  43. 43.0 43.1 43.2 "Dozens killed during Bastille Day celebrations". BBC News. 15 July 2016. http://www.bbc.co.uk/news/live/world-europe-36799172. 
  44. "The Latest: French author decries attack". WFIE. 15 July 2016. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 15 July 2016. https://web.archive.org/web/20160715184803/http://www.14news.com/story/32451541/the-latest-tourists-camera-captures-nice-attack. Heintað 15 July 2016. 
  45. "Nice attack: Julie Bishop confirms three Australians injured in 'horrific' terrorist assault". Australian Broadcasting Corporation. http://www.abc.net.au/news/2016-07-15/bishops-confirms-three-australians-injured-in-nice-attack/7632828. Heintað 15 July 2016. 
  46. Jones, Lloyd (16 July 2016). "Australia lucky again in Nice: ambassador". News Corp Australia. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 19 July 2016. https://web.archive.org/web/20160719064327/http://www.news.com.au/world/breaking-news/australia-lucky-again-in-nice-ambassador/news-story/fcfd46285d169713965ccf62be2a0e0f. 
  47. 47.0 47.1 "One Belgian among the victims in Nice". De Redactie. http://deredactie.be/cm/vrtnieuws.english/News/1.2715033. Heintað 15 July 2016. 
  48. Müzell, Lúcia (15 July 2016). "Pelo menos dois brasileiros ficaram feridos em atentado em Nice [At least two Brazilians injured in Nice attack]" (in pt). RFI Brasil. http://m.br.rfi.fr/franca/20160715-pelo-menos-dois-brasileiros-ficaram-feridos-em-atentado-em-nice. Heintað 17 July 2016. 
  49. "Brasileiro é atingido na perna e ficará um mês sem andar, diz mãe [Brazilian had a leg injury and will stay one month on wheelchair, says mother]" (in pt). Folha de S.Paulo. http://www1.folha.uol.com.br/mundo/2016/07/1791956-brasileiro-e-atingido-na-perna-e-ficara-um-mes-sem-andar-diz-mae.shtml. Heintað 15 July 2016. 
  50. "Corpo de brasileira desaparecida em Nice é encontrado [Body of Brazilian missing in Nice is found]". 18 July 2016. http://oglobo.globo.com/mundo/corpo-de-brasileira-desaparecida-em-nice-encontrado-19736617. Heintað 18 July 2016. 
  51. "Two Chinese injured in Nice attack". Xinhua News Agency. http://news.xinhuanet.com/english/video/2016-07/15/c_135515809.htm. Heintað 15 July 2016. 
  52. "Žádní Češi nezemřeli při útoku v Nice. Jedna Češka je zraněná" (in Czech). Zpravy.tiscali.cz. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 16 July 2016. https://web.archive.org/web/20160716185049/http://m.zpravy.tiscali.cz/zadni-cesi-nezemreli-pri-utoku-v-nice-jedna-ceska-je-zranena-281001. Heintað 15 July 2016. 
  53. "Two Estonian nationals killed in Nice". ERR. http://news.err.ee/v/news/249353f6-e488-4c78-a6f0-024732d0ddb2/two-estonian-nationals-killed-in-nice. Heintað 19 July 2016. 
  54. "Kaljurand infotunnis: Nice'is on haiglaravil kolm Eesti elanikku." (in Estonian). Postimees. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 24 July 2016. https://web.archive.org/web/20160724021837/http://www.postimees.ee/v2/3769493/kaljurand-infotunnis-nice-is-on-haiglaravil-kolm-eesti-elanikku-millal-nad-koju-saavad-ei-ole-veel-teada. Heintað 19 July 2016. 
  55. 55.0 55.1 "Venemaa konsul: Nice'i rünnakus sai kannatada kaks Eesti-Vene topeltkodakondsusega last" (in Estonian). Postimees. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 24 July 2016. https://web.archive.org/web/20160724050732/http://www.postimees.ee/v2/3769709/venemaa-konsul-nice-i-ruennakus-sai-kannatada-kaks-eesti-vene-topeltkodakondsusega-last. Heintað 19 July 2016. 
  56. "Attentat de Nice, qui sont les victimes?" (in fr). Direct Matin. http://www.directmatin.fr/france/2016-07-17/attentat-de-nice-qui-sont-les-victimes-734442. Heintað 17 July 2016. 
  57. "Attaque de Nice : le point sur l'identité des victimes" (in fr). Est Republicain. http://www.estrepublicain.fr/actualite/2016/07/16/qui-sont-les-victimes-de-l-attaque-de-nice. Heintað 16 July 2016. 
  58. "Terror in Nice: Details of victims emerge". WUSA. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 15 July 2016. https://web.archive.org/web/20160715184817/http://www.wusa9.com/news/nation-now/terror-in-nice-details-of-victims-emerge/274287909. Heintað 15 July 2016. 
  59. "Who were the victims of the Nice truck rampage?". The Local (France). http://www.thelocal.fr/20160715/who-were-the-victims-of-the-nice-rampage. Heintað 15 July 2016. 
  60. "A külügyminisztérium egy magyar sérültről tud Nizzában" (in hu). Origo.hu. http://www.origo.hu/nagyvilag/20160715-nizza-teherauto-terrortamadas-a-kulugyminiszterium-egy-magyar-serultrol-tud.html. Heintað 18 July 2016. 
  61. "Nice: 'Serious concerns' over Irishman caught up in attack". BBC News. http://www.bbc.co.uk/news/uk-northern-ireland-36805560. 
  62. Frequente, Salvatore; Montefiori, Stefano; Ottolina, Paolo; Montini, Beatrice (14 July 2016). "Attentato Nizza: camion sulla folla e spari, 84 morti. "10 bambini uccisi" È stato un nizzardo di origini tunisine" (in it). Corriere della Sera. http://www.corriere.it/esteri/16_luglio_14/francia-camion-folla-nizza-almeno-15-morti-diversi-feriti-1f01662a-4a09-11e6-8c21-6254c90f07ee.shtml. 
  63. "Strage di Nizza, la Farnesina conferma: sei italiani tra le vittime" (in it). la Repubblica. 19 July 2016. http://www.repubblica.it/esteri/2016/07/19/news/strage_di_nizza_la_farnesina_conferma_cinque_italiani_tra_le_vittime_ancora_un_disperso-144409861/?ref=HREA-1. 
  64. "Chetyre kazakhstanki pogibli." (in ru). Nur.kz. https://www.nur.kz/1191892-chetyre-kazakhstanki-pogibli-vo-vremya-t.html. 
  65. "Attentat à Nice – Deux Malgaches tués, quatre autres blessés" (in fr). L'Express de Madagascar. 16 July 2016. http://www.lexpressmada.com/blog/actualites/attentat-a-nice-deux-malgaches-tues-quatre-autres-blesses/. Heintað 17 July 2016. 
  66. "Malaysian student injured in Nice attack". The Star. http://www.thestar.com.my/news/nation/2016/07/15/malaysian-injured-in-nice-attack/. Heintað 15 July 2016. 
  67. "At Least Three Moroccans Killed in Nice Attack". Morocco World News. http://www.moroccoworldnews.com/2016/07/191331/at-least-three-moroccans-killed-in-nice-attack/. Heintað 15 July 2016. 
  68. "Derde Nederlandse gewonde na aanslag Nice" (in Dutch). Nederlandse Omroep Stichting. 16 July 2016. http://nos.nl/artikel/2117982-derde-nederlandse-gewonde-na-aanslag-nice.html. Heintað 17 July 2016. 
  69. "Dwie Polki wśród ofiar zamachu w Nicei. Znamy szczegóły" (in pl). Onet.pl. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-07-15. https://web.archive.org/web/20160715184825/http://wiadomosci.onet.pl/krakow/dwie-polki-wsrod-ofiar-zamachu-w-nicei-znamy-szczegoly/v9pzrr. 
  70. "Uma família de três portugueses escapou por pouco ao ataque de Nice" (in pt). Público. https://www.publico.pt/sociedade/noticia/uma-familia-de-tres-portugueses-escapou-por-pouco-ao-ataque-de-nice-1738817. Heintað 20 July 2016. 
  71. "Copilul român rănit în atacul de la Nisa, găsit într-un spital. Părinţii lui sunt încă dispăruţi" (in ro). Realitatea TV. 16 July 2016. http://www.realitatea.net/trei-romani-disparu-i-dupa-masacrul-de-la-nisa_1959624.html. 
  72. 72.0 72.1 72.2 "Nice Terror Attack Victims' Names And Nationalities Revealed After France Bastille Day Massacre". International Business Times. http://www.ibtimes.com/nice-terror-attack-victims-names-nationalities-revealed-after-france-bastille-day-2391948. Heintað 15 July 2016. 
  73. Andrei Luca Popescu (19 July 2016). "Românul dispărut în atacul de la Nisa, găsit mort". Gândul. http://www.gandul.info/stiri/romanul-disparut-in-atacul-de-la-nisa-gasit-mort-15532770. 
  74. "Who are the victims of the Nice terror attack?". The Daily Telegraph. 15 July 2016. http://www.telegraph.co.uk/news/2016/07/15/who-are-the-victims-of-the-nice-terror-attack/. 
  75. "Французская полиция подтвердила гибель еще одной россиянки в Ницце". RIA Novosti. 19 July 2016. http://m.ria.ru/world/20160719/1471242627.html. 
  76. "One Singaporean injured in Nice after attack: MFA". Today. 15 July 2016. http://www.todayonline.com/singapore/mfa-verifies-safety-registered-singaporeans-nice-france. Heintað 16 July 2016. 
  77. "What We Know About The Victims of the Attack in Nice". The Huffington Post. http://www.huffingtonpost.com/entry/nice-attack-missing-victims_us_57883e74e4b03fc3ee5043dd. Heintað 15 July 2016. 
  78. "Кількість постраждалих українців у теракті в Ніцці збільшилась [The number of victims of the terrorist attack Ukrainian increased in Nice]" (in uk). Ukrayinska Pravda. 15 July 2016. http://pda.pravda.com.ua/news/id_7114843/. 
  79. "MacEwan confirms student among those killed in Nice attack". CTV Edmonton. 20 July 2016. http://edmonton.ctvnews.ca/macewan-confirms-student-among-those-killed-in-nice-attack-1.2994740. Heintað 20 July 2016. 
  80. "Nice attack: At least one UK national injured". BBC. 15 July 2016. http://www.bbc.co.uk/news/uk-politics-36802140. Heintað 20 July 2016. 
  81. Oliphant, Vickiie (18 July 2016). "Third American killed in Nice attack named as 20-year-old 'promising' university student". Express.co.uk. http://www.express.co.uk/news/world/690658/American-California-Berkley-student-killed-Nice-France-Bastille-day-attack. Heintað 23 July 2016.