Jump to content

Wilamowiciskt mál

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Wymysorys)

Wymysorys ella Wilamowiciskt (Wymysöryś) er eitt málføri av miðalhátýskum, ið verður tosað í býnum Wilamowice (Wymysoj á Wymysorys) á markinum millum Slesia og Minna Pólland. Í dag eru umleið 100 føddir nýtarar av wymysojer, meirilutin eru gomul fólk, og tískil er málið hótt.

Wymysorys
Wymysöryś
Tosað í: Pólland.
Tosandi íalt: 70
Málætt: Indo-evropeiskt

  Germanskt
    Vesturgermanskt
      Hátýskt mál
       Wymysorys.

Málkotur
ISO 639-1: -
ISO 639-2: gem
ISO 639-3: wym

.

Wymysorys er, sum tað sær út, komið av miðtýskum úr 12. øld við sterkari ávirkan av lágtýskum, niðurlendskum, frísiskum, pólskum og fornenskum. Íbúgvarnir í Wilamowice verða hildnir at vera ættaðir frá niðurlendskum, týskum og skotskum niðursetufólkum, ið komu til Póllands í 13. øld. Íbúgvarnir í Wilamowice hava altíð noktað sambandið við Týskland og víst á niðurlendska upprunan.

Wymysorys var talumálið í Wilamowice til 19451949. Eftir 2. veraldarbardaga, bannaðu kommunisktisku myndugleikarnir nýtsluna av málinum. Hóast bannið fór úr gildið eftir 1956, tekur pólskt meira og meira yvir eftir wymysorys, serliga millum tey ungu.

Wymysorys var málið, ið skaldskapurin hjá Floriani Biesik er skrivaður á, í 19. øld.

Wilamowiciska stavraðið

[rætta | rætta wikitekst]

Wymysoriska stavraðið hevur 34 bókstavir:

a ao b c ć d e f g h i j k ł l m n ń o ö p q r s ś t u ü v w y z ź ż
A AO B C Ć D E F G H I J K Ł L M N Ń O Ö P Q R S Ś T U Ü V W Y Z Ź Ż

Lítil orðabók

[rætta | rætta wikitekst]

Her er ein lítil wymysorisk orðabók við týskum, niðurlendskum og føroyskum umsetingum. Leggið til merkis, at ł verður lisið sum enskt w (nøkunlunda sum ð í góður) og w sum v:

Wymysorys Týskt Niðurlendskt Føroyskt
ałan allein alleen einsamallur ("aleinaur")
ana, an und en og
bryk Brücke brug brúgv
duł dumm dom døllutur
fuylgia hören horen at hoyra/at skilja (hevur tó sama uppruna sum at fylgja)
ganc ganz gans púra
gyrycht Gericht gerecht rættur
dyr hymół Himmel hemel himin
łove Liebe liefde kærleiki (samanber við enskt "love")
a mikieła ein bisschen een beetje eitt sindur (samanber við oldenskt "micel")
muter Mutter moeder móðir
myttółt Mitte middel miðal
nimanda niemand niemand eingin
ny nein nee nei
ödum Atem adem andi
olifant Elefant olifant fílur ("elefantur")
öwyt Abend avond kvøld
śraeiwa schreiben schrijven at skriva
syster Schwester zuster systir
śtaen Stein steen steinur
trynkia trinken drinken at drekka
uöbroz Bild beeld mynd (samanber við pólskt obraz og lík orð í øðrum slaviskum málum)
wełt Welt wereld verøld
wynter Winter winter vetur
zyłwer Silber zilver silvur
zyjwa sieben zeven sjey
sgöekumt wilkommen welkom vælkomin

Dømi: vøgguvísa

[rætta | rætta wikitekst]

Ein vøgguvísa á wymysoriskum við føroyskari umseting:

Śłöf duy buwła fest!
Skumma frmdy gest,
Skumma muma ana fettyn,
Z' brennia nysła ana epułn,
Śłöf duy Jasiu fest!
Sov, drongur mín, fast!
Koma fremmandir gestir,
Koma gummur og gubbar,
Hava við sær nøtir og súrepli,
Sov Jógvan fast
Ynzer Foter, dü byst ym hymuł,
Daj noma zuł zajn gywajt;
Daj Kyngrajch zuł dö kuma;
Daj wyła zuł zajn ym hymuł an uf der aot;
dos ynzer gywynłichys brut gao yns haojt;
an fercaj yns ynzer siułda,
wi wir aoj fercajn y ynzyn siułdigia;
ny łat yns cyn zynda;
zunder kaonst yns reta fum nistgüta.
[Do Dajs ej z Kyngrajch an dy maocht, ans łaowa uf inda.]
Amen

Víðari lesnaður

[rætta | rætta wikitekst]