Wikipedia:OSS
Appearance
Ofta settir spurningar (OSS) um Wikipedia verða svaraðir niðanfyri.
Um tú ert nýggj/ur, kanst tú hyggja á síðuna fyri nýbyrjarar. Hevur tú ein annan spurning, kanst tú skriva hann í Undirhúsið.
Hvat er Wiki?
- Ein Wiki er eitt savn av samanhangandi alnetssíðum, sum øll kunna síggja og rætta. Til dømis kanst tú rætta hesa síðu: Klikk á "rætta" (ovast)!
Hvat er endamálið við Wikipedia?
Nær byrjaði Wikipedia?
- 15. januar 2001. Føroyska Wikipedia byrjaði á sumri 2004.
Hvør eigur Wikipedia?
- Wikimedia Foundation.
Hvussu kann eg hjálpa?
- Tú kanst hjálpa við at skriva eina grein, rætta eina grein ella skriva meira í eina grein. At rætta eina grein er ógvuliga einfalt: tú klikkir bert á rætta ovast, og tá rættingin er gjørd, klikkir tú á Goym síðu. Um tú ynskir at stovna eina nýggja síðu, kanna so fyrst eftir, um ein líknandi síða longu er skriva, tað kanst tú gera við at skriva eitt leitiorð í leititeigin ovast til høgru og trýsta á enter. So koma leitiúrslit fram, ella kemur onki fram, um onki er skriva um júst tað, ið tú leitaði eftir. Tá tú skal stovna eina nýggja síðu, so kanst tú gera tað á tveir mátar. Antin finnur tú eina reyða slóð til eina síðu sum ikki er til og trýstir á hesa so ein nýggj tóm síða kemur fram, ella so skrivar tú ynskta síðuheitið í leititeigin ovast til høgru og trýstir á enter. So kemur at standa "Leitiúrslit" til vinstru á síðuni, og undir einum leititeigi við tí orðinum ella orðunum, ið tú hevur tastað inn, kemur at standa: "Stovna síðuna "..." á hesi wiki!" Nú kanst tú klikkja á ta reyðu slóðina (orðið ella orðini við reyðim liti), og so kemur tú til eina síðu, har tú kanst skriva eina nýggja grein, og heitið á greinini verður tað sum tú skrivaði í leititeigin. Best er at upprætta brúkara, áðrenn tú skrivar eina síðu, tá fært tú fleiri møguleikar, eitt nú kanst tú tá brúka "forskoðan", soleiðis at tú kanst síggja, hvussu síðan kemur at síggja út, áðrenn tú goymir hana. Síðan skal eisini leggjast í onkran bólk, men um tú ikki veit hvussu tú skal gera tað, ella ikki veit í hvønn bólk tú skalt leggja síðuna, so kanst tú tó goyma síðuna álíkavæl, onkur annar brúkari skal nokk hjálpa tær við at finna ein hóskandi bólk til síðuna. Um tú til dømis skrivar um ein føroyskan rithøvund, so skal síðan í bólkin "Bólkur:Føroyskir rithøvundar", síðan kann eisini leggjast í ein bólk fyri tað árið ið rithøvundurin var føddur og um hann ella hon ikki er á lívi longur, so kann síðan eisini leggjast í ein bólk sum eitur t.d. "Bólkur:Andlát í 2013", um persónurin doyði í 2013.
Hvussu kann eg tosa við onnur um Wikipedia?
- Hvør brúkari hevur eitt kjak, har spurningar kunnu setast til viðkomandi. Til dømis kanst tú klikkja á søgu fyri hesa síðuna, klikkja á ein, sum hevur rættað síðuna og síðan kemur tú inn á síðuna hjá brúkaranum. Her kanst tú klikkja á "kjak" og skriva tað, sum tú hevur at siga, til hann ella hana. Tú kanst eisini fara í Undirhúsið (sæst til vinstru) og seta ein spurning har, serliga um tað er ein generellur spurningur, ið fleiri ymisk kunnu svara uppá og sum aðrir brúkarir kunnu fáa gleðina av.
Hvat merkir orðið "Wikipedia"?