Føroysk Wikipedia

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Forsíðan á føroysku Wikipediu, sum hon sá út 17. mars 2013

Føroysk Wikipedia er tann føroyskmæltað útgávan av tí alheimsfevnandi alfrøði-verkætlanini Wikipedia. Fyrsta greinin varð skrivað hin 30. mai 2004 av týskaranum Arne List, sum upprættaði eina grein um Føroyar. Tríggjar vikur seinni, hin 20. juni 2004, varð forsíðan á tí føroysku Wikipedia upprættað av føroyska dulnevnda brúkaranum Quackor og pr. 6. apríl‎ 2013 vóru tilsamans 6.000 greinar á føroysku Wikipediu, tað vóru 279.154 rættingar, í meðal vóru tað framdar 16,90 rættingar pr. síðu. Tað vóru 9.011 skrásettir brúkarar, harav 47 brúkarar vóru aktivir teir seinastu 30 dagarnir, har vóru 40 bottar, 8 umboðsstjórar (administratorar) og tveir embætisstjórar (bureaukratar). Føroyska Wikipedia hevur nú 14.080 greinar (hetta talið verður dagført sjálvvirkandi).

Hin 29. mai 2014, dagin fyri 10 ára stovningardagin hjá føroysku Wikipediu, var grein nummar 10.000 skrivað, tað var ein grein um Reimund Langgaard, sum er løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.

Grønlendsk Wikipedia (kl:) hevði hin 30. mai 2014 tilsamans 1 606 greinar, Íslendsk Wikipedia (is:) hevði tá 37.500 greinar, Donsk Wikipedia (da:) hevði tá fleiri enn 188 000 greinar, meðan Norsk Wikipedia (no:) (bokmål) hevði 420.628 greinar. Nynorsk Wikipedia hevði 113.896 hin 30. mai 2014. Svensk Wikipedia er tann størsta av teimum norðurlendsku, hon kom upp á 1 millión greinar, sum tað fyrsta av teimum norðurlendsku málunum í juni 2013. Í mai 2014 hevði tann svenskmælta Wikipedia 1.622.700 greinar.

Nøkur hagtøl um føroysku Wikipedia[rætta | rætta wikitekst]

  • 30. mai 2004 verður fyrsta greinin skrivað á føroysku Wikipedia, tað er greinin Føroyar, sum týskarin Arne List upprættaði
  • 20. juni 2004 varð forsíðan á føroysku Wikipediu upprættað av føroyska brúkaranum Quackor, og føroyska Wikipedia varð rættiliga sett á stovn
  • September 2005 - 1000 greinar
  • Juni 2006 - 2000 greinar
  • Apríl 2008 - 3000 greinar
  • Mars 2010 - 4000 greinar
  • Juni 2011 - 5000 greinar[1]
  • 6. apríl 2013 - 6000 greinar
  • 23. november 2013 - 7000 greinar
  • 18. februar 2014 - 8000 greinar
  • 16. apríl 2014 - 9000 greinar
  • 29. mai 2014 - 10 000 greinar
  • 14. februar 2015 - 11 000 greinar
  • 16. mai 2016 - 12 000 greinar
  • 25. mai 2019 - 13 000 greinar
  • 27. juli 2023 - 14 000 greinar

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Hagtøl yvir føroysku Wikipedia