Wikipedia:Mánaðargrein 2005
Mánaðargreinir nýttar í 2005.
Mánaðargrein fyri desember
M/F Smyril er ferðaskip hjá Strandfaraskipum Landsins, sum siglur ímillum Tórshavn og Tvøroyri. Men hetta er ikki fyrsta skipið við navninum Smyril í innanoyggjasigling í Føroyum. Í 1895 kom fyrsti Smiril at sigla post millum oyggjarnar. Í 1932 kom annar Smiril til Føroya at sigla sum ferðamannaskip. Í 1967 fór fjórði Smyril av bakkastokki í Havn. Ein fimti Smyril er á veg, og verður ætlandi latin Strandfaraskipum Landsins seinast 15. oktober í ár.
Mánaðargrein fyri november
Fólkaflytingatíðin er tíðarskeiðið millum 300 e.Kr. og 900 e.Kr. Stórar fólkaflytingar vóru í Evropa hesa tíðina, tískil navnið. Helst eru fólkaflytingarnar byrjaðar av, at ættbólkurin húnir gjørdu innrás í germansk landaøki. Húnir trokaðu germanar undan sær og germanar trokaðu keltar undan sær. Føroysku Sjúrðarkvæðini ganga fyri seg í hesi tíðini.
Mánaðargrein fyri oktober

Mánaðargrein fyri september
M/F Smyril er ferðaskip hjá Strandfaraskipum Landsins, sum siglur ímillum Tórshavn og Tvøroyri. Men hetta er ikki fyrsta skipið við navninum Smyril í innanoyggjasigling í Føroyum. Í 1895 kom fyrsti Smiril at sigla post millum oyggjarnar. Í 1932 kom annar Smiril til Føroya at sigla sum ferðamannaskip. Í 1967 fór fjórði Smyril av bakkastokki í Havn. Ein fimti Smyril er á veg, og verður ætlandi latin Strandfaraskipum Landsins seinast 15. oktober í ár.
Mánaðargrein fyri august
Føroyska krónan hevur sama virði sum danska krónan (DKK). Í hesi somu lóg verður eisini ásett, at serligir føroyskir seðlar verða prentaðir til nýtslu í Føroyum. Men eingir serligir føroyskir myntir verða slignir. Danskir myntir verða brúktir í Føroyum.
Mánaðargrein fyri juli
Mariukirkjan í Tórshavn er miðdepil fyri katólsku kirkjuna í Føroyum, ið telur umleið 130 fastbúgvandi katolikkar úr 23 ymiskum londum (2004). Mariukirkjan, sum nú er, varð vígd tann 30. august 1987. Fyrra Mariukirkjan var bygd upp í Sankta Frans skúlan á Varðagøtu.
Mánaðargrein fyri juni
Smyril (Falco columbarius subaesalon) er einasti ránsfuglur sum eigur í Føroyum í dag, men hildið verður at havørnin átti í Føroyum í gomlum døgum. Ránsfuglar, ið hoyra til falkaættina, kennast á flogi av sera spísku veingjabroddum teirra og heldur langa veli. Smyril er minsti falkur í Europa. Hann er 25 til 30 cm til longdar og hevur eina veingjabreidd frá 50 til 60 cm.
Mánaðargrein fyri mai
Heimsins elsta ting
Føroyska tjóðartingið, Føroya løgting, er eitt av minst trimum tingum, sum ger krav uppá heitið Heimsins elsta ting. Hin bæði eru í Íslandi og Isle of Mann. Øll eru tey stovnað av víkingum, og elst upp á hvønn sín máta. Altingið í Íslandi er elsta ting í einum sjálvtøðugum landi. Tynwald er elsta ting, sum ongantíð er niðurlagt. Og Føroya løgting varð stovnað fyrst.
Mánaðargrein fyri apríl
65 ára flaggdagur
Flaggdagin, 25. apríl í ár, eru 65 ár liðin síðani føroyska flaggið, Merkið, varð viðurkent av bretskum myndugleikum. Hetta hendi umvegis BBC, har bretski forsætisráðharrin, Winston Churchill, boðaði frá, at føroyska flaggið nú var flagg føroyinga á sjónum. Dagurin verður hildin við fundum og guðstænastum í Føroyum og uttanlands. Merkið varð gjørt í 1919, t.e. fyri 86 árum síðani.