Wikipedia:Hendingar/3. apríl
Hin 3. apríl:
- 1895 - Rættarmálið ímóti Oscar Wilde byrjar.
- 1917 - Vladimir Iljitj Uljanov kemur úr útlegdini í Sveis til Moskva. Í Russisku kollveltingini ganga bolsjevikkarnir á odda.
- 1933 - Flogið verður yvir Mount Everest (myndin) fyri fyrstu ferð.
- 1936 - Richard Hauptmann verður avrættaður fyri at ræna og myrða Charles Lindbergh Jr, son floghetjunar Charles Lindbergh.
- 1973 - Martin Cooper, uppfinnari hjá Motorola ringir fyrsta uppkallið við eini fartelefon, hetta er 10 ár áðrenn ein slík telefon kemur á marknaðin.
Leiðbeining[rætta wikitekst]
Á hesi síðu skulu helst bert vera tríggjar hendingar, ið verða skrivaðar stutt og í punktformi, danska Wikipedia hevur bert 3 hendingar fyri hvønn dagin, ið sæst á forsíðuni, tann enska hevur fimm hendingar og tann norska hevur uppaftur fleiri hendingar. Tað má bara vera upp til tann ið skrivar her at meta um, hvat ið passar best, men ikki ov nógvar hendingar. Hendingarnar skulu eisini kunna finnast aftur í greinini fyri dagin, og tað eigur at vera talan um týðandi hendingar fyri dagin.
Harumframt kunnu merkisdagar skrivast ovast (t.d. ólavsøka fyri 29. juli). Ein viðkomandi mynd skal eisini vera við her fyri at ímynda eina av hendingunum, hon skal bert vera 80 pixel (px) til støddar.