Jump to content

Wikipedia:Hendingar/17. juli

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Hin 17. juli:

  • 1918 - Nikolaj II keisari av Russlandi verður myrdur, saman við konu síni og fimm børnum av bolsjevikum í Yekaterinburg, Russlandi.
  • 1955 - Disneyland verður latið upp av Walt Disney (myndin) í Anaheim, California, USA
  • 2012 - Fýra monnum eydnast at klatra upp á toppin á Trøllkonufingri, ið er ein 313 metrar høgur drangur. Teir fýra eru: Herman Eysturoy, Absalon Eysturoy, Aksel Poulsen og Bjartur Lamhauge. Tríggir aðrir eru eisini við á túrinum, men koma ikki heilt upp á toppin, teir eru: Heini Hátún, Hjálmar Hátún og ein dani.
  • 2014 – Malaysia Airlines Flight 17, ið er eitt Boeing 777 flogfar, brotlendir nær við markið av Ukrainu og Russlandi. Staðfest verður at flogfarið er skotið niður. Øll 298 fólkini umborð lata lív.


Leiðbeining

[rætta wikitekst]

Á hesi síðu skulu helst bert vera tríggjar hendingar, ið verða skrivaðar stutt og í punktformi, danska Wikipedia hevur bert 3 hendingar fyri hvønn dagin, ið sæst á forsíðuni, tann enska hevur fimm hendingar og tann norska hevur uppaftur fleiri hendingar. Tað má bara vera upp til tann ið skrivar her at meta um, hvat ið passar best, men ikki ov nógvar hendingar. Hendingarnar skulu eisini kunna finnast aftur í greinini fyri dagin, og tað eigur at vera talan um týðandi hendingar fyri dagin.

Harumframt kunnu merkisdagar skrivast ovast (t.d. ólavsøka fyri 29. juli). Ein viðkomandi mynd skal eisini vera við her fyri at ímynda eina av hendingunum, hon skal bert vera 80 pixel (px) til støddar.