Veikt bend sagnorð
Appearance
Mállæra |
---|
Kyn: |
Orðaflokkar: |
Føll: |
Bendingarformar í tíð: |
Veikt bend sagnorð eru sagnorð, sum enda í 3. persóni í tátíð eintali við -di, -ti, -ði ella -aði (tvey ella fleiri stavilsi).[1]
Dømi eru:
- við -di:
- at gera – hann gjørdi
- at krevja – hon kravdi
- at telja – hann taldi
- at selja – hon seldi
- at benda – hann bendi
- at senda – hon sendi
- at fylgja – hann fylgdi
- at liva – hon livdi
- at heingja – hann hongdi
- at steingja – hann stongdi
- at goyma – hon goymdi
- at hoyra – hon hoyrdi
- at spyrja – hann spurdi
- við -ti:
- at keypa – hann keypti
- at gifta – hon gifti
- at flyta – hann flutti
- við -ði
- at hava – hann hevði
- at leggja – hann legði
- at siga – hon segði
- við -aði
- at tala – hann talaði
- at elska – hon elskaði
- at leita – hann leitaði
- at skriva – hon skrivaði
- at byrja – hann byrjaði
Les eisini
[rætta | rætta wikitekst]Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Veikt bend sagnorð á síðu 37 í bókini Stutt Mállæra (Anna Maria Reinert Jensen og Harry Davidsen), snar.fo
- Veikt bend sagnorð á síðu 133 í bókini Mállæra (Paulivar Andreasen og Árni Dahl), Føroya Skúlabókagrunnur
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Stutt Mállæra, s. 37, Anna Maria Reinert Jensen og Harry Davidsen), snar.fo