Talorð er orðaflokkur, ið verður brúktur til at siga frá mongdum. Talorð eru, snøgt sagt, tøl.
Men heilt so einkult er tað ikki á føroyskummáli. Talorð skulu eisini bendast. Ymiskar bendingar av talorðum verða eisini bólkað aftur í undirbólkar. Hesir eru grundtøl, raðtøl og skiftitøl.
Skiftitøl eru talorð í fleirtali. Skiftitøl verða brúkt um pør, td. einar/tvinnar/trinnar hosur (tað eru 1, 2 ella 3 pør av hosum) ella aðrar sameindir, td. eini kort (tað eru 52 bløð) ella eini hús (tað eru 1 sethús við tilhoyrandi úthúsum). Skiftitøl eiga sostatt bara at vera nýtt, tá talan er um sameindir. Bara trý tey fyrstu talorðini kunnu vera í fleirtali (skiftitøl):