Jump to content

Sambindingarorð

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Mállæra
Kyn:
Orðaflokkar:
Føll:
Bendingarformar í tíð:

Sambindingarorð (á latíni: coniunctio; á enskum: conjunction) eru smáorð, sum binda saman einstøk orð, setningsliðir og heilar setningar.[1][2][3]

Á føroyskum verða tvey sløg av sambindingarorðum nýtt:

  • Javnskipandi sambindingarorð (coordinating conjunction á enskum[4])
Orð av hesum slagi eru t.d.: og, bæði-og, ella, hvørki-ella, annaðhvørt-ella, men.
  • Undirskipandi (ella innskipandi) sambindingarorð (subordinating conjunction á enskum[5])
Orð av hesum slagi eru t.d.: at, tí at, av tí at, tá ið, til, fyrr enn, so, so at, um, sum, hóast, har ið, uttan.

Vanligastu sambindingarorðini á føroyskum eru og, at og sum.

Sambindingarorð bendast ikki.

Hygg eisini at

[rætta | rætta wikitekst]
  1. Sambindingarorð, malrad.fo
  2. Paulivar Andreasen, Árni Dahl: Mállæra, Føroya Skúlabókagrunnur
  3. Anna Maria Reinert Jensen og Harry Davidsen: Stutt Mállæra, snar.fo
  4. javnskipandi sambindingarorð, malrad.fo
  5. undirskipandi sambindingarorð, malrad.fo