Vaktil

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Vaktil

Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Galliformes
Ætt: Phasianidae
Slekt: Coturnix
Slag: C. coturnix
Coturnix coturnix

Vaktil (frøðiheiti - Coturnix coturnix) er til støddar sum ein lítil grælingur, men tjúkkari og bøllutari. Á liti er hann smátt flekkutur av brúnum, gulligum, reydligum og svørtum. Hann eigur víða um verð. Eini 50 (uml. ár 1900) ár herfyri søgdu gamlir føroyingar stundum frá einum fugli, sum allir høvdu hoyrt, men eingin hevði sæð. Millum jóansøku og ólavsøku hoyrdist hann í bønum láta: »pip, pip, pip« — tí varð hann summstaðni kallaður pippus — men eingin fekk eyga á hann. Tað var vaktil, málið er lætt at kenna. Í flokkum flýgur hann landanna millum; men har sum hann hevur tikið sær bústað fyri summarið, sæst hann ikki. Tú kanst ganga leingi eftir málinum og royna at reka hann á flog, men hann smýgur undan gjøgnum grasið, og veit altíð at taka leiðina hagar, sum tað er so sítt, at tað fjalir honum. Einir tveir vitast at vera funnir deyðir, og nakrar fáar ferðir eru reiðrini funnin í slóttutíð. Í seinnu tíðini er hann nógv fækkaður í Norður-Europa, og til Føroyar kemur hann bara okkurt hendinga summar.[1]

Kelda[rætta | rætta wikitekst]

  1. Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið