Vár Erlingsdóttir Eidesgaard

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Vár E. Eidesgaard)
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard
Persónlig kunning
Tjóðskapur Føroyar
Fødd(ur) 2001
Ítróttur
Ítróttur Svimjing
Svimjiháttur Frí
Felag Havnar Svimjifelag

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (fødd 2001) er ein føroyskur svimjari, sum svimur fyri Havnar Svimjifelag og Føroyska svimjilandsliðið. Hon hevur vunnið gull, silvur og bronsu á Oyggjaleikum.

Lívsleið innan svimjing[rætta | rætta wikitekst]

Oyggjaleikir 2017[rætta | rætta wikitekst]

Danish Open 2016[rætta | rætta wikitekst]

  • Bronsu í 1500 m frí við tíðini 17:25.28, ið var nýtt føroyskt met.[3]
  • Nr. 5 í 800 m frí við tíðini 9:09.34, ið var nýtt føroyskt met. Gamla metið á 9:12.01 setti Sára Nysted í Páls Høll í januar 2016.[4]

Oyggjaleikir 2015[rætta | rætta wikitekst]

Danish Open 2015[rætta | rætta wikitekst]

Vár setti nýggj føroysk juniormet á Danish Open í Keypmannahavn um mánaðarskiftið mars/apríl 2015.

  • Nr. 10. Føroyskt juniormet í 1500 metra frísvimjing á langgeil við tíðini 17:58.03, juniormetið var sett í innleiðandi, hon hevði triðbestu tíðina í riðlinum.[7] Ongin átti juniormetið áðrenn. Hon var líka við at seta seniormet eisini, enn hon var við kravtíðina til at seta føroyskt juniormet, ið er 19:09.26. Føroyska metið tá átti Cecilia Wigant Eysturdal, tað var á 17:51.83,[8]
  • Nr. 17. Føroyskt juniormet í 800 frí við tíðini 9:24.35. Victoria Wigant Eysturdal átti føroyska juniormetið á 9:28.80.

SMS stevnan 1. og 2. november 2014[rætta | rætta wikitekst]

Vár vann 1 gull, 2 silvur og 1 bronsuheiðursmerki á SMS-stevnuni í Havn 1. og 2. november 2014.[9]

Topp 10 avrik, út í frá FINA stigum, kvinnur[rætta | rætta wikitekst]

  • 649 FINA-stig - 4:30.77 í 400 frí
  • 643 FINA-stig - 9:15.16 í 800 frí

Ægir-stevna 2014[rætta | rætta wikitekst]

Vár vann 1 gull og 4 bronsuheiðursmerki á Ægirstevnuni, ið varð hildin í Klaksvík 4. og 5. oktober 2014.[10]

Meistarastevnan fyri Ung 2014[rætta | rætta wikitekst]

SSF skipaði fyri Meistarastevnu fyri Ung í Svimjihøllini í Gundadali, Flaggdagin 25. og 26. apríl 2014. Vár vann fýra heiðursmerki og var fimtbest í FINA-stigum.

  • 5. besta avrik í FINA stigum: 9:26.63 í 800 frí (611 FINA stig)
  • 2 silvur og 2 bronsu heiðursmerki

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

Familja[rætta | rætta wikitekst]

Vár er dóttir Annu og Erling Eidesgaard og abbadóttir Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmann. Systir hennara Lív (fødd 1999) og bróðirin Bartal (føddur 2003) eru eisini svimjarar.


Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. in.fo - Vár vann gull á 800 metrum frí[deyð leinkja]
  2. info - Vár vann gull í 400 metrar frí[deyð leinkja]
  3. svimjing.com - Heiðursmerki og met til føroyingar, fyrsta kvøld á Danish Open 2016
  4. svimjing.com - Føroysk veitsla 3. kvøld á Danish Open 2016
  5. jersey2015results.com
  6. jersey2015results.com - Women's 400m Individual Medley
  7. livetiming.dk - Resultater for Danish Open 2015. Løb 30, 1500m Frisvømning Damer, Indledende
  8. svimjing.com - Vár 17:58.03 og juniormet í 1500 frí
  9. svimjing.com - Úrslit frá SMS stevnuni 1. og 2. november 2014
  10. svimjing.com - Úrslit frá Ægir-stevnuni 4. og 5. oktober 2014