Uranus
Uranus (symbol: ella ) er grøn á liti, hon hevur ring rundan um, og har hava eingi fólk verið. Hon er 2 900 milliónir km frá sólini. Tvørmátið er 51 000 km. Umferðartíðin hjá Uranusi um sólina er umleið 84 ár. Uranus er 3. longst burtur frá sólini. Í 1781 fann bretski stjørnufrøðingurin Williamn Herschel sjeyndu gongustjørnuna, sum hann nevndi Uranus eftir grikska himnagudinum. Um Uranus eru 5 stórir og 10 lítlir mánar. Uranus varð ofta sædd fyri 1781, men tá varð hon hildin at vera vanlig stjørna. Hon hómast við berum eygum, men tá skalt tú vita, hvar ið hyggjast skal. Í kikara er ikki nógv at síggja, mest bara eitt blágrønt stjørnueyga. Eins og Jupiter og Saturn er Uranus mest úr hydrogeni og heliumi. Blágrøni liturin í lofthavinum kemst av metani, sum sýgur í seg reyðu litirnar. Uranus er um fýra ferðir so stór sum jørðin og og 14,5 ferðir so tung.
Snúningstíðin er um 17 tímar, og hon hevur 84 ár um umferðina um sólina. Uranus er eins og dottin um koll, við tað at snúningsásin er bara nøkur fá stig frá umferðarflatanum. Hetta kundi bent á onkran ógvusligan tilburð har á leiðini onkuntíð í fyrndini. Av hesum stendst, at annað póløkið liggur í myrkri nærum helmingin av umferðartíðini (42 ár), meðan hitt póløkið er í ljósinum. Hóast hetta máldi Voyager 2, sum fleyg fram við Uranusi í januar 1986, at hitin á ýtuni var merkiliga javnur. Uttast í lofthavinum eru máld -220 °C. Um Uranus er magnetfelt, og magnetisku viðurskiftini eru fløktari enn vanligt, tí vinkulin millum magnetisku ásina og snúningsásina er eini 60°. Av og á hendir tað, at ein gongustjørna kemur ímillum jørðina og onkra stjørnu. Tá liggja stjørnufrøðingar altíð framvið at fáa eitthvørt nýtt at vita. Við at máta hvussu leingi stjørnuljosið er burtur, ber til dømis til at meta um tvørmálið á gongustjørnuni. Í 1977 myrkti Uranus fyri ljósinum frá einari stjørnu, og tá varnaðust granskarnr, at stjørnuljósið kamaðist fleiri ferðir, áðrenn tað sloknaði. Tá ið stjørnan var komin til sjóndar aftur, kámaðist ljósið aftur, nú í øvutari røð. Hetta varð tulkað soleiðis, at um Uranus var skipan av tunnun ringum. Voyagermyndirnar váttaðu, at so var. Rinsarnir, sum eru 10, eru úr klettum, sum eru ymiskir til støddar. Longu í 1787 sá Herscnel í kikara sínum teir báðar størstu Uranusmánarnar Oberon og Títanía, og seinni vórðu sæddir tríggir aðrir mánar. Á Voyagermyndunum síggjast 10 nýggir mánar, so nú vita vit um 15 mánar í ringrás um Uranus. Serligan ans vaktu myndirnar av Miranda, sum er 480 km í tvørmál og hevur 1,4 samdøgur um hvørt umfar um Uranus. Ýtan er merkiliga óreglulig, fjøll og gjáir hurlað saman hvørt um annað. Tað sýnist, sum er Miranda brotnaður, t.d. í samanbresti við eina smástjørnu, og at atdráttarmegin síðani hevur sett brotini saman aftur til nýggjan mána.
Hagtøl
[rætta | rætta wikitekst]- Diametur í mun til Jørðina: 4,0
- Massi í mun til Jørðina: 14,5
- Rúmd í mun til Jørðina: 63
- Massafylla í mun til vatn: 1,32
- Tyngdarakseleratión í mun til Jørðina: 0,89
- Mánar: 21
- Miðal-temperaturur: - 215 °C
- max støddarflokking: - 5,5
Sólskipanin |
---|
Sólin · Merkur · Venus · Jørðin (Mánin) · Mars · Jupiter · Saturn · Uranus · Neptun · Pluto |
Gongustjørnur · Dvørgastjørnur · Mánar: Europa |
Sí eisini Stjørnufrøði |