Uralsk mál
Heitið uralsk mál hevur verið nýtt síðan fyrst í 19. øld og stavar frá, at meirilutin av nevndu málum verður talaður nærindis Uralfjøllunum – á marknaleiðini millum Asia og Evropa. Keldan til málættina verður hildin at vera antin nærindis Volgabuginum ella í núverandi Hvítarusslandi.
Tann uralska málættin verður vanliga býtt í tvær høvuðsgreinar. Eystara greinin er samojedisk mál, sum verða talað í Siberia, og vestara greinin er tann finsk-ugriska.
Henda seinna greinin er á annan bógvin tey eystursjóvarfinsku málini og á hin tann ugriska greinin við teimum báðum ob-ugrisku málunum mansi og chanti og tí nærskylda ungarska málinum. Ungarar búgva nú langt frá sínum málfrændum, tí at forfedrar teirra eru komnir til Miðevropa saman við turkiskum ættbólkum um fyrsta túsundáraskiftið e.Kr. Aðrar finsk-ugriskar greinar eru sámiskt, volgafinskt, mordvinskt og mari og tey permisku málini komi og udmurtiskt.
Eystursjóvarfinsku málini eru, umframt tað finska: kareliskt, vepsiskt, votiskt, estiskt og livonskt. Hesi málini minna nógv um hvørt annað bæði í bygnaði og orðfeingi, sjálvt um málini ikki eru sínámillum fatilig sum tey meginnorðurlendsku málini.
Líkskapurin stavar í høvuðsheitum frá langari samsøgu. Tey uralsku málini fram við Eystursjónum hava verið eitt mál, tað sonevnda frumfinska, sum í smáum hevur greinað seg sundur. Ein gomul grein av frumfinskum er frumsámiskt, men eystursjóvarmálini eru ein yngri grein av frumfinskum, nevnd fornfinskt.
Tey serkendu drøgini í finska málbygnaðinum hava ment seg í eystursjóvarfinsku eindartíðini.