Turku

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Dómkirkjan og miðbýurin í Turku/Åbo.

Turku (svenskt: Åbo) er sættstørsti býur í Finnlandi. Býurin liggur fram við Eystrasalti, í útsynningshorninum av Finnlandi. Tað eru 192.962 íbúgvar í Turku (2019)[1], harav 10.310 fólk (uml. 5 %) ið hava svenskt sum móðurmál.

Auraá rennur mitt ígjøgnum býin og býtir hann í tveir partar.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Flaggið

Turku, ella Åbo sum tá var navnið á búsetingini, varð grundlagdur í miðøldini og er elsti býur í Finnlandi. Latínska heitið á býnum var Aboa. Finska býarnavnið Turku stavar frá forneysturslaviska orðinum търгъ (tŭrgŭ), sum merkir torg, marknaður.

Fram til 1812 var Åbo høvuðsstaður Finnlands, men russiska yvirvaldið í Finnlandi flutti tá høvuðssætið til Helsingfors, sum var tættari við Russland. Stórur partur av Åbo varð oyðilagdur í 1827, tá ein ógvisligur eldur herjaði í býnum.

Svensktmælti lærdi háskúlin Åbo Akademi varð grundlagdur í 1918 og tvey ár seinni finsktmælti háskúlin Turun yliopisto.

Myndir[rætta | rætta wikitekst]

Kend fólk[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 60°27′0″N 22°15′0″E / 60.45000°N 22.25000°E / 60.45000; 22.25000

Keldur[rætta | rætta wikitekst]