Tróndur Djurhuus
Appearance
Tróndur Djurhuus | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 19. des 1958 í/á Tórshavn |
Starv | journalistur, vinnulívsfólk |
Politiskur flokkur | Framsókn |
Dátuheiti |
Tróndur Djurhuus (føddur í 1958) er ein føroyskur tíðindamaður og vinnulívsmaður. Hann er uppvaksin í Tróndargøtu í Havn. Tá Føroya Tele setti á stovn dótturfelagið Televarpið, gjørdist hann stjóri í hesum felagi. Hann hevur áður verið stjóri í Sjónvarpi Føroya, var við til at seta á stovn eydnuspælið Gekkin. Hann var nevndarformaður í Bitlandi fyrstu árini. Hann var við til at seta á stovn Frískúlan í Havn. Tróndur hevur eisini verið virkin innan politikk, hann var valevni fyri Framsókn til løgtingsvalið 2011.[1]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Framsokn.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-11-13. https://web.archive.org/web/20141113173711/http://www.framsokn.fo/?page_id=641. Heintað 2013-04-13.
- Joensen, Dagny: Televarpið - ein positiv avbjóðing til SvF. Í: Tráðurin 11/2002