Jump to content

Tróndargøta

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Tróndargøta er ein gøta í gamla partinum í Havnini, nú miðbýurin. Gøtan hevur fleiri søguligar hendingar knýttar at sær, eitt nú er hetta gøtan, har fótbóltsfelagið B36 byrjaði í smáum.

Tróndargøta er eisini mark millum Suðurstreymoyar eystara prestagjald og Suðurstreymoyar vestara prestagjald, hetta markið heldur fram norðureftir við Varðagøtu, har hon tekur við eftir Tróndargøtu.