Jump to content

P/F Televarpið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Televarpið bjóðar sjónvarp til føroyska húsarhaldið. Síðan stovnan hevur Televarpið lagt stóran dent á at veita eitt breitt úrval av sjónvarpsrásum og pakkum settum saman á ein hátt, soleiðis at flestu føroyingar kunnu finna eina loysn, ið hóskar. Úrvalið fevnir bæði um rásir, ið verða sendar við talgilda sendinetinum, umframt tær, ið verða sendar við internetinum (IPTV). Televarpið hevur Eitt samstarv við fylgisveinin Canal Digital/Telenor og (Viasat/MTG). Tískil keypur Televarpið rættindi t.d KANAL 4, KANAL 5 og 6'eren (6'arin) frá Discovery Networks. Men av tí at Føroyar er eitt leyst land, má Televarpið transmitta signalið frá fylgisveininum hjá Telenor. Tað merkir í stuttum, um Canal Digital skiftur sendi format, ella lukkar eina rás, sum Televarpið hevur, so verður Televarpið eisini noyddir at lukka rásina. Televarpið er gjørt til teirra, sum vilja sleppa av við Parabol. Og Televarpið røkkir út til 98% av húsarhaldum í dag.

Televarpið varð stovnað í juli 2002 og byrjaði at senda fylgissveinasjónvarp 5. desember 2002. Fyritøkan er eitt dótturfelag hjá Føroya Tele. Televarpið heldur til í Klingruni 1 í Hoyvík.

Í løtuni (2013) røkkur talgilta (digitala) sendinetið hjá Televarpinum út til uml. 94% av føroysku húskjunum. Televarpið er farið at senda rásirnar frá Viasat og Canal Digital í tí sokallaða MPEG4. Fyri at kunna bjóða fleiri talgiltar rásir og fyri at geva møguleika fyri HD rásum, hevur Televarpið valt at skifta frá MPEG-2 til MPEG-4 tøkni. Skiftið yvir til MPEG-4 merkir í stuttum, at brúkarin fær fleiri rásir, samstundis sum MPEG-4 loyvir betri myndagóðsku.

Fríggjadagin 18. januar 2013 skrivaði Televarpið á heimasíðu teirra: Televarpið leggur í hesum árinum alt sítt sendinet um til MPEG-4. Neyðugt er tí hjá nøkrum brúkarum at skifta gomlu útgerðina út. Hetta verður gjørt fyri at fáa pláss fyri fleiri rásum, myndagóðskan verður betri, og møguleiki fæst at senda HD.

6. mars 2013 verða hesar rásir bert vístar við MPEG-4 tøkni: DR Ramasjang, MTV, Discovery Channel, Visjon Norge, Viasat Film, Viasat Film Action, Viasat Film Drama og Viasat Film Family. Umframt hesar kemur ein nýggj rás við VH1 og Nick Jr, ið verður partur av Bláum haldi og Ælaboga haldi.

15. mai 2013 verða hesar rásir afturat bert vístar við MPEG-4 tøkni: Disney Channel, Eurosport, Animal Planet, TV3 Sport 1, 6'eren og TV2

11. september 2013 verða hesar rásir afturat bert vístar við MPEG-4 tøkni: National Geographic, BBC World, BBC Entertainment, Kanal 4, Kanal 5, TV3+, KVF, DR1, DR2, NRK1, TV3, TV3 PULS, Rás 1. Við Ælaboga+ kemur sjónvarp út gjøgnum IP, tað merkir at fólk kunnu síggja sjónvarp gjøgnum telefonstikk ístaðin fyri at hava antennu sum kan svíkja.

Í 2013 eru tvær nýggjar rásir frá Viasat/Modern Times Group komnar inn, og tær eita Nick Junior/VH1 og TV3 Sport 2. Nick Jr/VH1 senda soleiðis: Nick Junior sendir frá 05:00 - 17:00 og VH1 sendir restina av tíðini.

Tíðindaskriv 14-01-2013

[rætta | rætta wikitekst]

Síðan Televarpið fór at senda talgilt sjónvarpssignal út í føroysku stovurnar, hevur sonevnd MPEG-2 tøkni verið brúkt. Hetta var tann tøknin, sum var til taks, og hon hevur nøktað tørvin higartil. Menningin á sjónvarpsøkinum ger tó, at nú verður neyðugt at leggja um til MPEG-4. Orsøkin til, at hendan avgerðin er tikin, kemst millum annað av, at tað verður gjørligt at økja talið av sjónvarpsrásum, sum verða sendar umvegis Televarpið. Hevur tú eina av teimum gomlu boksunum, sum bara móttaka MPEG-2, er tískil neyðugt at skifta hana út við ein MPEG-4 móttakara. Hevur tú longu eina televarpsboks, ið hevur MPEG-4, fert tú einki at merkja til umleggingina, annað enn at dygdin á myndini verður betri. Við tíðini gevur hetta eisini møguleika fyri at senda fleiri rásir á Televarpinum, eins og møguleiki verður fyri at senda í HD. Hevur títt sjónvarp innbygdan MPEG-4 móttakara, er heldur ikki neyðugt at ogna tær eina MPEG-4 boks. Tilgongdin at leggja um til MPEG-4 byrjaði í 2012 og heldur nú fram. Konverteringin verður gjøgnumførd í hesum árinum í trimum umførum. Fyrsta umfarið verður í mars mánaði, har tríggjar rásir verða konverteraðar, og ein kemur aftrat úrvalinum. Seinna umfarið verður í mai mánaði, og síðsta umfarið verður í august mánaði, har restin av rásunum verða lagdar um til MPEG-4. Televerpið fer at lýsa so hvørt við, hvørjar rásir talan er um, og samstundis verða góð tilboð at fáa í Telebúðunum, har til ber at ogna sær nýggjan móttakara. Ivast tú í, um tín móttakari klárar MPEG-4 í dag, kanst tú fara á rásina Visjon Norge, sum longu er konverterað til MPEG-4. Sært tú hana ikki, mást tú skifta. Telebúðirnar upplýsa eisini nærri, um tú ivast í, hvørt tú skalt skifta móttakara.

www.tv.fo www.televarp.fo