Tirreno-Adriatico, kelinavn "Kappingin við tveimum høvum", er ein elitusúkklukapping í Italia, ið gongur millum strendurnar við Tyrrenska havið og Adriatarhavið. Kappingin verður vanliga hildin tíðlar í súkklusesongini og verður tí eisini mett at vera ein týðandi fyrireiking til klassisku kappingina Milano-Sanremo. Kappingin er partur av UCI World Tour. Vinnarin av kappingini fær ein gyltan trýfork, eins og tann hjá Neptun, rómverska havgudinum. Førandi súkklarin verður latin í eina bláa troyggju, blái liturin kemst av at havið er blátt og við tað at kappingin byrjar við eitt hav og endar við eitt annað hav. Kappingin varð stovnað í 1966 av súkklufelagnum Forze Sportive Romane úr Lazio. Fyrsta kappingin vardi í tríggjar dagar og hevði tríggjar teinar. Síðan hækkaði talið av døgum og teinum til fimm, og síðan 1984 hevur talið av teinum ligið millum fimm og otta. Danin Rolf Sørensen hevur tvær ferðir vunnið kappingina. Belgiski súkklarin Roger De Vlaeminck hevur vunnið hana oftast, seks ferðir frá 1972 til 1977.