Nairo Quintana

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Nairo Quintana
Nairo Quintana, Vuelta al Pais Vasco 2013 (cropped).jpg
Persónlig kunning
Fult navn Nairo Alexander Quintana Rojas
Fødd/ur (1990-02-04) 4. februar 1990 (aldur 28)
Cómbita, Boyacá, Colombia[1]
Hædd 166 m (544 ft 7 in)[2]
Vekt 58 kg (128 lb; 9,1 st)[2]
Kunning um lið
Núverandi lið Movistar Team
Disiplin Vegsúkklukappingar
Leiklutur Súkklari
Slag av súkklara Serfrøðingur í klatring
Professionel lið
2009 Boyaca es para Vivirla
2010–2011 Café de Colombia–Colombia es Pasión
2012– Movistar Team
Stórir sigrar

Grand Tours

Tour de France
Prikkuta fjallatroyggjan (2013)
Hvíta ungdómstroyggjan (2013, 2015)
1 einstakur teinur (2013)
Giro d'Italia
Maglia rosa (2014)
Ungdómstroyggjan (2014)
2 einstakir teinar (2014)
Vuelta a España
2 Einkultstart teinar lið (2012, 2014)

Teinakappingar

Kring Baskaralandið (2013)
Volta a Catalunya (2016)
Tour de Romandie (2016)
Tirreno-Adriatico (2015)
Vuelta a Burgos (2013, 2014)

Eindagskappingar og klassiskar

Giro dell'Emilia (2012)
Infoboksin seinast dagførd hin
1. mai 2016

58 kg (128 lb; 9,1 st)[2]166 m (544 ft 7 in)[2]

Nairo Alexander Quintana Rojas (føddur 4. februar 1990, Boyaca, Kolumbia) er ein professionellur kolumbianskur kappsúkklari, ið súkklar fyri ProTour súkkluliðið, Team Movistar. Hann er fjallasúkklari, men mótsatt øðrum kolumbianskum súkklarum dugir hann eisini sera væl at kappast innan einkultstart. Hann súkklaði seg beinleiðis inn á heimspallin í 2013, tá ið hann gjørdist nr. 2 í fronsku teinakappingini, Tour de France, og samstundis vann hann bæði fjalla- og ungdómstroyggjuna.

Sum bóndasonur vaks Quintana upp undir truplum fíggjarligum umstøðum. Sum 15 ára gamal, gjørdist fíggjarligu korini so hørð fyri pápa hansara, Luis, at hann keypti eina súkklu til Nairo Quintana, av tí at hann ikki longur hevði ráð at senda hann við bussinum í skúla. Familjan hjá Quintana var ikki von við at súkkla, og tí var hann heldur ikki greiður yvir, hvussu hart tað í veruleikanum var at súkkla tann dagliga teinin í skúlan. Men eftirsum at bólkar av amatørsúkklarum brúktu henda teinin til at venja súkkling í fjøllunum, so avgjørdi Quintana at hann fór at royna at fylgjast við teimum, fyri at vita um hann megnaði at súkkla líka skjótt sum teir. "Teir settu ferðina upp, men teir kláraðu ikki at koyra undan mær, so tá ið eg kom heim og segði tað við pápa mín, so gjørdist hann sera glaður. Hann keypti mær mína fyrstu kappsúkklu og síðan byrjaðu vit at luttaka í lokalum súkklukappingum.".

- "Eg eri føddur og uppvaksin í 2.800 metrar hædd, tað gevur mær ein fyrimun í hesi ítróttagrein, tað er besta stað í heiminum at venja í."

Sigrar[rætta | rætta wikitekst]

Tíðarlinja yvir úrslit frá Grand Tour kappingum[rætta | rætta wikitekst]

Grand Tour 2012 2013 2014 2015 2016 2017
Ljósareyða troyggjan Giro d'Italia 1 2
Gula troyggjan Tour de France 2 2 3
reyða troyggjan Vuelta a España 36 WD 4 1

WD = Tók seg úr kappingini; IP = Er í gongd; — = Luttók ikki

Aðrar stórar teinakappingar[rætta | rætta wikitekst]

Kapping 2011 2012 2013 2014 2015 2016 2017
Paris-Nice  –  – 15  –  –  –  –
Tirreno-Adriatico  –  –  – 2 1  – 1
Volta a Catalunya 103 26 4 5  – 1  –
Kring Baskaralandið  –  – 1  – 4 3  –
Tour de Romandie  –  –  –  – 8 1  –
Critérium du Dauphiné  – 38  –  –  –  –  –

WD = Tók seg úr kappingini; IP = Er í gongd; — = Luttók ikki

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Casa Editorial El Tiempo. "Nairo Quintana". eltiempo.com. http://www.eltiempo.com/noticias/nairo-quintana. 
  2. 2.0 2.1 "Nairo Quintana". Movistar Team. Abarca Sports. http://www.movistarteam.com/equipo/nairo-quintana. Heintað 3 January 2014.