Ryder Hesjedal

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ryder Hesjedal
Hesjedal í Tour of Alberta 2015
Persónlig kunning
Fødd/ur (1980-12-09) 9. desember 1980 (aldur 43)
Victoria, British Columbia, Kanada
Hædd 1,90 m
Vekt 71 kg (157 lb)
Kunning um lið
Núverandi lið Trek-Segafredo
Disiplin Vegsúkklukapping
Leiklutur Súkklari
Slag av súkklara All-rounder
Professionel lið
1999–2003 Gary Fisher
2002–2003 Rabobank GS3
2004–2005 U.S. Postal Service
2006 Phonak
2007 Health Net–Maxxis
2008–2015 Slipstream–Chipotle
2016– Trek-Segafredo
Stórir sigrar

Grand Tours

Giro d'Italia
General classification (2012)
Vuelta a España
2 einstakir teinar (2009, 2014)

Eindags- og klassiskar kappingar

Landskappingar í einkultstarti (2007)
Infoboksin seinast dagførd hin
2. januar 2014

1,90 m

Eric Ryder Hesjedal[1] (/rdər hɛʒɑːdɑːl/) (føddur 9. desember 1980) er ein kanadiskur professionellur kappsúkklari, ið súkklar fyri UCI ProTeam Trek-Segafredo.[2] Í 2016 er hann partur av Trek Factory Racing. Hann er fyrrverandi mountain bike-kappsúkklari, og vann eitt silvurheiðursmerki á HM U23 í Mountain Bike í 2001. Hann gjørdist professionellur súkklari við U.S. Postal Service í 2005 eftir at hann í fleiri ár hevði verið partur av LottoNL-Jumbo kontinental-liði. Hann endaði á einum fimtaplássið á Tour de France 2010, og vann sín fyrsta Grand Tour á Giro d'Italia 2012, og tað var fyrstu ferð, at ein kanadiari vann ein Grand Tour.

Hesjedal er eftirkomari av norskum tilflytarum til Kanada. Langomma og langabbi hansara vóru úr Beiarn í Nordland og Hesjedal bóndagarðinum í Stamnes í Vaksdal.[3]


Úrslit[rætta | rætta wikitekst]

Tíðarlinja yvir Grand Tour høvuðsklassifikatión[rætta | rætta wikitekst]

Grand Tour 2005 2006 2007 2008 2009 2010 2011 2012 2013 2014 2015 2016
Pink jersey Giro WD 60 1 WD 9 5 WD
Gula troyggjan Tour 46 46 5 17 WD 70 40
reyða troygjan Vuelta WD WD 24
Frágreiðing
DSQ Diskvalifiseraður
WD Tók seg úr kappingini

Keldur[rætta | rætta wikitekst]