Eddy Merckx

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Eddy Merckx
Eddy Merckx Molteni 1973.jpg
Merckx í 1973
Persónlig kunning
Fult navn Édouard Louis Joseph Merckx
Kelinavn The Cannibal[1]
Fødd/ur (1945-06-17) 17. juni 1945 (aldur 72)
Meensel-Kiezegem, Brabant, Belgia
Hædd 1,85 m (6 ft 1 in)
Vekt 74 kg (163 lb; 11,7 st)
Kunning um lið
Núverandi lið Ikki-virkin
Disiplin Veg- og banasúkkling
Leiklutur Súkklari
Slag av súkklara All-rounder
Amatørlið
1961–1964 Evere Kerkhoek Sportif
Professionel lið
1965 Solo-Superia
1966–1967 Peugeot-BP-Michelin
1968–1970 Faema
1971–1976 Molteni
1977 Fiat
1978 C&A
Stórir sigrar

Grand Tour

Tour de France
Vinnari av Tour de France (1969, 1970, 1971, 1972, 1974)
Stigkappingin (1969, 1971, 1972)
Fjallakappingin (1969, 1970)
Álopsheiður (1969, 1970, 1974, 1975)
Kombinatiónskappingin (1969, 1970, 1971, 1972, 1974)
34 einstakir teinar (1969–1975)
Giro d'Italia
Vinnari av høvuðskappingini (1968, 1970, 1972, 1973, 1974)
Stigkappingin (1968, 1973)
Fjallakappingin (1968)
24 einstakir teinar (1968–1974)
Vuelta a España
Vinnari av høvuðskappingini (1973)
Stigkappingin (1973)
Kombinatiónskappingin (1973)
6 einstakir teinar (1973)

Teinakappingar

Paris-Nice: (1969, 1970, 1971)
Tour de Suisse: (1974)

Eindags- og klassikar kappingar

Milano-Sanremo (1966, 1967, 1969, 1971, 1972, 1975, 1976)
Kring Flandern (1969, 1975)
Paris-Roubaix (1968, 1970, 1973)
Liège-Bastogne-Liège (1969, 1971, 1972, 1973, 1975)
Giro di Lombardia (1971, 1972)
Super Prestige Pernod International (1969, 1970, 1971, 1972, 1973, 1974, 1975)
Belgiskur meistari í vegsúkkling (1970)

74 kg (163 lb; 11,7 st)1,85 m (6 ft 1 in)

Édouard Louis Joseph, Baron Merckx (føddur 17. juni 1945), betri kendur sum Eddy Merckx, er ein belgiskur fyrrverandi professionellur veg- og banasúkklari. Hann varð føddur í Meensel-Kiezegem, Brabant, Belgia. Hann vaks upp í Woluwe-Saint-Pierre har foreldur hansara høvdu ein matvøruhandil. Hann íðkaði fleiri ítróttagreinir, men dámdi allarbest súkkling. Merckx fekk sína fyrstu súkklu sum trý ella fýra ára gamal og luttók fyri fyrstu ferð í súkklukapping í 1961. Hann fekk sín fyrsta sigur í Petit-Enghien í oktober 1961.

Eftir at hava vunnið áttati kappingar á sum amatørsúkklari, gjørdist hann professionellur súkklari hin 29. apríl 1965, tá ið hann gjørdi sáttmála við Solo-Superia. Fyrsti stóri sigur hansara var tá hann vann Milano-Sanremo eitt ár seinni, eftir at hann hevði skift til Peugeot-BP-Michelin. Eftir sesongina í 1967 flutti Merckx til Faema og vann Giro d'Italia, ið gjørdist hansara fyrsti av ellivu Grand Tour sigrum - eitt met ið ongin hevur tikið enn. Fýra ferðir millum 1970 og 1974, gjøgnumførdi Merckx eina Grand Tour-greipu. Hansara seinasti greipusigur á Grand Tours var í 1974, og sama árið gjørdist hann heimsmeistari í vegsúkkling. Hann gjørdist tá fyrsti súkklarin ið hevði vunni greipuna og HM, hesin samanlagdi sigur nevnist á enskum Triple Crown.

Hann er ein av bert trimum súkklarum, ið hevur vunnið allar fimm av teimum Klassisku súkklukappingunum, monumentini (Milano-Sanremo, Kring Flandern, Paris-Roubaix, Liège-Bastogne-Liège og Giro di Lombardia). Hinir báðir eru eisini belgiarar, Roger De Vlaeminck og Rik Van Looy. Hann vann Tour de France í 1969, 1970, 1971, 1972 og 1974. Tann einasta stóra eindagskapping, ið hann ikki vann var Paris-Tours: besta úrslit hansara frá tí kappingini var eitt sættapláss í 1973.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]