Tina Turner

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Tina Turner í 2009.
Tina Turner í 1970.

Tina Turner (fødd sum Anna Mae Bullock; 26. november 1939 í Brownsville, Tennessee, deyð 24. mai 2023 í Küsnacht nærhendis Zürich í Sveis), eisini kend sum 'the Queen of Rock 'n' Roll', var amerikonsk-sveisisk songkvinna, dansari, sangskrivari, sjónleikari og rithøvundur, ið hevur verið virkin í næstan sjey tíggjuáraskeið.[1][2][3]

Ike & Tina Turner í 1966.

Hon byrjaði sína yrkisleið í 1957.[1] Í 1960 byrjaði hon at upptraðka sum Tina Turner, saman við tónleikaranum Ike Turner. Tey giftust í 1962 og gjørdust víðakend í 1960-árunum undir heitinum Ike & Tina Turner Revue. Í mai mánaði í 1966 kom staklagið "River Deep – Mountain High" út. Á heysti í 1969 traðkaði hon upp saman við The Rolling Stones. Sangurin 'Proud Mary' frá 1971, sum er upprunaliga skrivaður av bólkinum Creedence Clearwater Revival, gjørdist størsta hittið hjá duoini Ike & Tina Turner. Tey fingu eina Grammy-virðisløn fyri sangin. (Best R&B Performance by a Duo or Group.). Ein annar kendur sangur frá 1970-árini er 'Nutbush City Limits', sum gjørdist í 1973 í Evropa eitt stórt hitt hjá Ike og Tina Turner. Tey skiltust tó í 1976 og Tina vildi halda fram sum solosangari. Í 1984 kom plátan 'Private Dancer' út, sum gjørdist størsta sukse í yrkisleið hennara sum sangari. Hon hevur selt meira enn 10 milliónir eintøk av plátuni um allan heimin. Sangurin 'What's Love Got to Do with It' frá plátuni kom á fyrsta plássið á Hot 100-listanum hjá Billboard. Hetta var fyrsta og einasta ferð, at hon megnaði tað. Í 1985 fekk hon tilsamans tríggjar Grammy-virðislønir fyri sangin 'What's Love Got to Do with It' og fyri plátuna 'Private Dancer'. Í 1986 fekk hon eisini eina stjørnu á Hollywood Walk of Fame.[4]

Síðan 1994 hevur hon búð í einum slotti nærhendis Zürich í Sveis, saman við unnusta hennara, týskaranum Erwin Bach. Hon fekk sveisiskan ríkisborgaraskap í 2013. Sama árið giftist hon umsíðir við Erwin. Tey møttust í 1986 og høvdu verið par í eini 27 ár.

Seinastu árini mátti hon tó stríðast móti kropsligum sjúkum av ymsum slagi. Hon andaðist í heimi sínum í Küsnacht í Sveis mikudagin 24. mai 2023, 83 ára gomul.

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldutilfar[rætta | rætta wikitekst]

  1. 1.0 1.1 Tina Turner er deyð, in.fo, 24.05.2023
  2. Tina Turner, 'Queen of Rock 'n' Roll', dies aged 83 in Switzerland, news.sky.com, 24.05.2023
  3. Tina Turner, imdb.com
  4. Tina Turner, walkoffame.com
Hendan greinin um USA er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana