Jump to content

Grammy Award

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Grammy virðislønin)

Grammy Awards (upprunaliga nevnt Gramophone Awards) er ein røð av amerikonskum tónleikavirðislønum, sum verða handaðar av Recording Academy fyri ársins bestu framleiðslur og framførslur innan tónleikavinnuna. Virðislønin varð stovnað í 1959. Grammy verður mett at vera líka týdningarmikil virðisløn fyri tónleikavinnuna, sum Oscar-virðislønin er tað fyri filmsvinnuna. Handanin verður vanliga hildin í februar og í løtuni eru tað ikki færri enn 108 ymiskir bólkar.

Grammy verður saman við Billboard Music Award, American Music Awards, og Rock and Roll Hall of Fame mett at verða ein av teimum týdningarmestu tónleikavirðislønunum í USA. Tað árliga Grammy show'ið er ein av teimum størstu kommersiellu hendingunum í tí amerikonsku tónleikavinnuni, og veitslan verður víst í sjónvarpi kring allan heimin.

Grammy-virðislønirnar verða handaðar eftir at limirnir í Recording Academy hava atkvøtt fyri teimum tilnevndu.


Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið