Jump to content

Tari

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Tari er planta sum veksur í vøtnum og í sjónum. Tey vanligu tarasløgini verða býtt upp í tríggjar bólkar:

  1. Grøntari, veksur bæði á turrum, í áum, vøtnum og sjónum. Tari, sum veksur í vøtnum, er oftast lítil og einkynjaður, tarin í fjøruni og sjónum er aloftast størri. Grøntari veksur ovast í sjónum. Har sjógvurin er lítið saltur, finna vit so at siga bara grøntara.
  2. Brúntari. Allur brúntari er fleirkynjaður. Í hesum bólki finna vit okkara størsta taraslag, tonglatara. Heimsins størsti tari - Macrocystis - er eisini brúntari. Hann verður umleið 60 m langur og veksur við eysturstrond Norðuramerika. At kalla allur brúntari veksur í sjónum, og flestu sløgini krevja saltan sjógv.
  3. Reyðtari. Flestu reyðtarasløg vaksa djúpt í sjónum, so langt ljósið røkkur niður (í Føroyum einar 40 m), og kunnu bert vaksa í sjógvi.

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið