Bólatari
Appearance
![](http://upload.wikimedia.org/wikipedia/commons/thumb/e/e5/Faroe_stamp_285_seaweed_-_egg-_or_knotted_wrack_%28Asophyllum_nodosum%29.jpg/220px-Faroe_stamp_285_seaweed_-_egg-_or_knotted_wrack_%28Asophyllum_nodosum%29.jpg)
Bólatari (frøðiheiti - Ascophyllum nodosum) er taraslag ið ofta nógv greindur. Hann hevur flatar kvíslargreindar greinar uttan miðstrong. Á greinunum sita avlangar luftbløðrur, ið eru breiðari enn greinarnar. Nýggjar luftbløðrur gerast á greinarendunum hvønn vetur. Hetta ger tað møguligt at meta um aldurin og vøksturin tey einstøku árini. Umframt kvíslagreiningarnar eru nógvar síðugreinir. Liturin er gulbrúnur ella grønbrúnur, støddin ½ til 1½ m. Bólatari er tvíbýlisplanta, t.e. til eru bæði kallplantur og kvennplantur. Teir gróbaru lutirnir sita á smáum síðugreinum, sum bólgna upp í endunum. Bólatari er vanligur niðast í fjøruni, hann tolir ikki nógv brim.