Jump to content

Tangspógvi

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Tangspógvi


Støða
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Rað: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: {{{hópur}}}
Ætt: Scolopacidae
Slekt: Numenius
Slag: N. arquata
Numenius arquata

Tangspógvi (frøðiheiti - Numenius arquata) er góður at kenna frá spógvanum, av tí at hann er nógv størri. Nevið er óføra langt, og tjúkt hareftir. Í Føroyum og Íslandi eigur hann ikki, men annars um alt Norðurevropa, í Noregi líka norður til Norðkapp. Haðani kemur han til Føroyar um heystið, tá ið hin spógvin er farin, og rýmir so frá okkum, tá ið hin spógvin er afturkomin. Mest heldur hann seg í fjøruni, ella lágt á bø og haga. Hann vaðar nógv á sjónum og dugir eisini at svimja. Harðmæltur er hann; eitt snjalt "hújid" hoyrist stundum frá honum, bæði tá ið hann flýgur, og tá ið hann situr. Styggur er hann, og so varin, at tað er sjáldan at koma honum í skotmála. Aðrir fuglar, sum eru um vegir, duga væl at skyna á, tá ið hann varnast vanda, og skunda sær eisini burtur.

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið