Talufrælsi

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Góðskutrygging
Hendan grein má koma í samsvar við normin á Wikipedia smb. Wikipedia:QA
Síða við keldutørvi!
Her í greinini mangla ein ella fleiri eftirfarandi keldur.
The Westboro Baptist Church (WBC) er bannað í Kanada.

Talufrælsi er frælsi at siga áskoðan sína alment. Hetta merkir, at øll hava rætt at siga ella skriva tað, teimum lystir – eisini at almennakunngera atfinningar um átrúnað ella lívsáskoðanir hjá øðrum. Hetta elvir av og á til tvídrátt millum fólk, tí tað er hóast alt ikki loyvt at spotta ella niðra onnur menniskju fyri teirra trúgv ella lívsáskoðan. Ásetingin um talufrælsi og forboðið móti at brúka sensur byggir á tankar frá fronsku kollveltingini í 1789. Síðani hava mong lond ment eina drúgva siðvenju, knýtt at hugsanini um fólkaræði.

Lond[rætta | rætta wikitekst]

Sambandsríki Amerika[rætta | rætta wikitekst]

Í USA er pressufrælsi síðani 1791 tryggjað í Fyrsta grundlógarískoyti, har m.a. sagt verður: "Congress shall make no law abridging the freedom of speech, or of the press".

Kongsríki Danmarkar[rætta | rætta wikitekst]

Í 1848 varð pressufrælsi staðfest í Kongsríkinum Danmark. §77 í donsku grundlóginini sigur:

"Enhver er berettiget til på tryk, i skrift og tale at offentliggøre sine tanker, dog under ansvar for domstolene. Censur og andre forebyggende forholdsregler kan ingensinde på ny indføres."

Russland[rætta | rætta wikitekst]

Í 1991 vóru somu viðurskifti staðfest í Russlandi. Í russisku grundlógini §29.5 verður sagt, at "Frælsið hjá fjølmiðlum er tryggjað og at sensurur er bannaður". Russiska fjølmiðlalógin loyvir journalistum at "leita eftir, finna og spjaða" upplýsingar, bara talan ikki er um ríkisloyndarmál. Russland hevur sostatt eina fyrimyndarliga lóggávu um fjølmiðlar. Men í dagliga arbeiðnum kann veruleikin vera ein heilt annar, bæði í Russlandi og aðrastaðni.

Í Russlandi verða atfinningarsamir journalistar myrdir. Anna Politkovskaya (1958-2006) var journalistur á blaðnum Novaya Gazeta, ið fanst at krígnum í Kekenia. Í 2004 skrivaði hon eina kenda bók, sum á donskum fekk heitið "Putins Rusland". Anna varð myrd á føðingardegi Putins.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið