Wikipedia:QA

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Góðskutryggleiki (ella QA frá ensk. "Quality Assurance") hevur sum uppgávu at finna greinar, sum ikki lúka almenna kravið á Wikipedia og í besta falli bøta um vantandi góðsku.

Uppgávur[rætta wikitekst]

Finna greinar, ið

  • ikki eru orðaðar á ein væl skiljandi hátt
  • ikki hava almenna Wikipedia-formin
  • innihalda skeivar upplýsingar

Aðrar uppgávur eru at

  • innseta myndir, har tað er tørvur á teimum, so sum í eini lívssøgu (biografi)
  • merkja stuttar greinir við {{stubbi}}, eru tær sera stuttar
  • bøta um greinir, sum eru merktar av øðrum

Fyri at merkja eina grein, sum ikki lýkur øll góðskukrøvini, skriva so {{QA}} ovast í greinini. Er ivi um, hvat er galið við greinini, skriva so eina lítla viðmerking í kjakrúminum hjá tí greinini. Greinar, ið eru merktar, kunnu finnast í bólkinum Góðskuumsjón neyðug.