Surtsey

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Oyggin Surtsey er sunnanfyri Ísland.

Surtsey er ein oyggj í Íslandi. Hon varð til í ein­um eldgosi, sum helt á frá 1963 til 1967. Innan úr jørðini goystu súlur av gassi og øsku upp úr hav­botn­inum. Súlan var við­hvørt næstan 15.000 metrar høg. Gosbræðing floymdi út á havbotnin og eftir stuttari tíð varð ein oyggj bygd upp nakrar desi­metrar yvir vatnskorpuni. Enn størri nøgdir av gosbræðingum fossaðu út og myndaðu at enda eina oyggj nakrar fer­kilometrar til støddar. Virksemið í gosfjallinum minkaði sum frá leið, og nakað seinni kundu tey fyrstu vísindafólkini fara á lítlu nýggju oynna. Longu tvey ár seinni var vøkstur á Surtsey.

Í 2013 vóru 50 ár síðani oyggin Surtsey sunnanfyri Vestmannaoyggjarnar kom undan kavi í einum ógvisligum eldgosi í 1963. Oyggin hevur ligið mestum oyðin síðani, men nú heldur borgarstjórin í Vestmannaoyggjunum, Elliði Vignisson, at stundin er komin til, at onnur enn jarðfrøðingar sleppa út á oynna at vitja. Nógvar rannsóknir eru gjørdar á oynni hesa hálvu øldina, og jarðfrøðingar mæla framvegis frá, at onnur enn vísindafólk fáa atgongd til hana.

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið