Stella Polaris tónleikakappingin
Stella Polaris tónleikakappingin er ein tónleikakapping fyri ungar klassiskar tónleikarar úr Føroyum. Kappingin varð fyrstu ferð hildin í Norðurlandahúsinum 28. februar og 1. mars 2014.
Stella Polaris 2014
[rætta | rætta wikitekst]Fimm dómarar vóru til tónleikakappingina. Dómsnevndarformaður var heimskendi skotski trompetleikarin John Wallace. John Wallace er rektari á Royal Scottish Academy of Music and Drama í Glasgow og er kendur víða um, sum ein av fremstu trompetleikarum seinnu mongu árini.
Dómari, ið umboðar tónleikagreinina í breiðari merking, var heimskendi blokkfloytuleikarin Michala Petri. Michala Petri er úrmælingur á blokkfloytu, og framførir kring allan heimin. Hon starvast harafturat eisini sum proffessari á Kgl danska tónlistaskúlanum í Keypmannahavn.
Umboð fyri Tórshavnar Musikkskúla var Bo Isholm, fyri Føroya Symfoniorkestur Bernharður Wilkinson og umboð fyri áhoyrarar verður Anna Sofía Restorff.[1]
Tey sum komu í finaluna vóru hesi: Alvi Joensen, guitar - Marta Torkilsdóttir Johannesen, floyta - Mattias Kapnas, klaver - Heiðrun Petersen, violin - Birita Poulsen, sang - og Ernst Remmel, trompet.[2] Vinnarin fekk 25.000 krónur umframt heiðurin at taka lut sum solistur á eini konsert við Føroya Symfoniorkestri. 2. virðisløn var kr. 10.000, 3. virðisløn var kr. 5.000 og 4. virðisløn var 2.000 krónur.
Vinnarar 2014
[rætta | rætta wikitekst]- Nr. 1 Mattias Kapnas
- Nr. 2 Alvi Joensen
- Nr. 3 Heiðrun Petersen
- Nr. 4 Marta Torkilsdóttir Johannesen, Birita Poulsen og Ernst Remmel
Vinnarar undir 18 ár
[rætta | rætta wikitekst]- Alda Sigurdsdóttir Lamhauge og Aksel Remmel vunnu kappingina fyri tónleikarar undir 18 ár
- Vár Iversen Lindenskov varð nummar eitt hjá luttakarunum undir 12 ár
Luttakarar til Stella Polaris 2014
[rætta | rætta wikitekst]- Susan Philbrow, cello
- Felisia Jógvansdóttir Helmsdal, klarinett
- Vár Iversen Lindenskov, cello
- Jónhild Høgnadóttir Debes, cello
- Aksel Remmel, klaver
- Birita Dam, viola
- Katarina Andreassen, floyta
- Anna Sofía Jørgensen, trompet
- Alda S. Lamhauge, floyta
- Gwendolyn Philbrow, cello
- Sólja Hansen, cello
- Hjalti Bogason, gittari
- Jósef Zachariassen, klaver
- Mattias Dimitris Kapnas, klaver
- Marta Torkilsdóttir Johannesen, floyta
- Ernst Dánjalsson Remmel, trompet
- Sofía Jakobina Restorff Spangenfeldt, floyta
- Lív Hansen, violin
- Maria Wang Reinert, trombon
- Birita Poulsen, sangur
- Kristina Thede Johansen, saxofon
- Rúni Hentze, trompet
- Alvi Joensen, gittari
- Dávur Birgisson Davidsen, gittari
- Maria Olsen, gittari
- Elsa Maria Dam, floyta
- Heiðrun Petersen, violin