Jump to content

Hjalti Bogason

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Hjalti Bogason Støylen f. 12. juli 1995 í Havn er ein føroyskur sangari og tónleikari, sum gav sína fyrstu fløgu út bert 17 ára gamal. Fløgan eitur Jólini ljóma og er tikin upp í London á sumri 2012 í Angel Studio og kom út nakrar mánaðir seinni í Føroyum. Hjalti er sonur Boga Godtfred, journalist, og Ásu K. Isaksen, sjúkrarøktarfrøðing.[1]

Lívsleið

[rætta | rætta wikitekst]

Hjalti fór at syngja í Dreingjakórinum undir Brúnni, tá hann var 6 ára gamal. Tað vóru Brita á Váli og Eli Smith, sum vóru kórleiðarar. Tá hann gavst í Dreingjakórinum undir Brúnni, fór hann at syngja við kóri hjá Tórshavnar Musikkskúla undir leiðslu av Joannu Johansen. Á sumri 2011 tók Hjalti skeið í sangi á London Music School. Í juni 2021 tók Hjalti kandidatprógv í klassiskum gittarspæli á Det Kongelige Danske Musikkonservatorium í Keypmannahavn.

  • 2012 - Jólini ljóma, øll løgini arrangeraði enski tónleikarin Simon Hale. Pápi Hjalta, Bogi Godtfred, hevur týtt allar sangirnar til føroyskt. Hjalti syngur allir sangirnir, tveir teirra saman við Maluni Hansen. Jákup Zachariassen hevur tikið sangin upp. Bretskir studiotónleikarar við klaverspælaranum Simon Hale á odda spæla ljóðførini undir upptøkunum í Angel studio, London.
  • 2008 - Náttin ljós úr niðu trein (ikki útgivið á fløgu, men givið út á Youtube[2] og til útvarpsrásir), Ólavur Jakobsen spælir guitar + arr., Bernharður Wilkinson spælir floytu, Malan Hansen syngur saman við Hjalta. Eyðfinn Jensen stóð fyri upptøkuni.
  1. "Planet.fo, Hjalti Bogason við nýggjari jólafløgu". http://planet.fo/grein/hjalti_bogason_vid_nyggjari_jolaflogu. Heintað 2012-12-08. 
  2. Youtube.com, Hjalti Bogason