Star Wars Episode I: Hulduhóttanin
| Upprunatittul | Star Wars Episode I: The Phantom Menace |
| Land | |
| Mál | Enskt |
| Sjangra | Science fiction |
| Leikstjóri | George Lucas |
| Framleiðari (Prodjúsari) | Rick McCallum George Lukas |
| Leikrit | George Lucas |
| Tónleikur | John Williams |
| Leikarar (Starring) | Liam Neeson Ewan McGregor Natalie Portman Jake Lloyd Ian McDiarmid Ray Park Ahmed Best |
| Kostnaður (fíggjarætlan) | 115 mió. $ |
| Spælitíð | 133 minuttir |
| Útleigari | 20th Century Fox |
| Útgávudato | 19. mai 1999 (USA) |
Star Wars Episode I: Hulduhóttanin (upprunaheiti: Star Wars Episode I: The Phantom Menace , amerikanskur filmur av George Lucas frá 1999. The Phantom Menace var tann fjórði Star Wars-filmurin ið varð gjørdur, sum tann fyrsti prequel (undansøgu) parturin í Star Wars-søguni, við frumsýning 22 ár eftir fyrsta Star Wars filmin Star Wars Episode IV: Ein nýggj vón ið kom út í 1977.
Søgan
[rætta | rætta wikitekst]Filmurin fylgir Jediriddaranum Qui-Gon Jinn og hjálpara hansara Obi-Wan Kenobi ið fylgja og verja Drotning Amidalu á ferðini frá planetini Naboo til planetina Coruscant í vónini um at fáa ein friðaligan enda á eini víðfevnandi interplanetariskari handils-ósemju. Filmurin sýnir eisini ein ungan Anakin Skywalker áðrenn hann gjørdist Jedi-riddari, her framvístur sum ein ungur trælur ið tykist serstakliga sterkur og sýnir eina spírandi megi frá Forsuni, og sum noyðist at stríðast við tí gátuføru afturkomu Sithanna.