Star Wars

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Star Wars (føroyskt Stjørnukríggj) er ein stórsligin science fiction søga skapað av George Lucas. Upprunaliga ætlaði George Lucas at framleiða níggju partar. Frá 1977 til 1983 blivu partarnir fýra til seks innspældir á film. Teir vórðu gjørdir á tann hátt, at einum ikki nýttist at kenna forsøguna fyri at síggja hvønn filmin sær; og prequelin (undansøgan) kom heldur ikki á filmsløriftið fyrr enn í tíðarskeiðnum frá 1999 til 2008.

Teir átta higartil gjørdu filmarnir hava fylgjandi heiti:

Seting[rætta | rætta wikitekst]

Hendingarnar í Star Wars miðlum koma fyri í eini fiktivari galaksu (stjørnubreyt). Nógv sløg av rúmdarverum (ofta humanoidar) eru lýstar. Robotskir droidar eru eisini vanligir og sum oftast bygdir at tæna teirra eigarum. Rúmdarferðing er vanlig og nógvar planetir (gongustjørnir) í galaksuni eru limir í eini Galaktiskari Republikk, seinni umskipað sum Galaktiska Imperiið. Eitt eyðkent element í Star Wars er “Forsan”, ein altið hjástødd orka ið kann gagnnýtast av teimum ið hava slíkan eginleika. Hon er lýst í fyrst framleidda filminum sum ”eitt orkufelt, skapað av øllum livandi tingum, ið umringar okkum, gjøgnumtreingir okkum, og knýtir saman galaksuna.” Forsan loyvir brúkarum at framføra ymisk supernáttúrlig roysnisbrøgd, so sum telekinesis, crairvoyans, fyrivitan (precognition), og hugastýring (mind control) og hon kann styrkja serstakar fysiskar eginleikar, so sum skjótleika og refleksir; hesir eginleikar variera ímillum persónsmenskur og kunnu forbetrast ígjøgnum venjing. Hóast Forsan kann verða brúkt til góðgerðir, so hevur hon eisini eina myrka síðu ið, tá miðað verður eftir tí, gjøgnumsúrgar brúkarar við hatri, aggressión, og óndskapi. Leiklutir í teim seks filmunum hava Jedarnir ið brúka Forsuna til góðgerðir, og Sitharnir ið brúka ta myrku síðuna til óndskap í eini roynd at at yvirtaka galaksuna. Í viðkaða Star Wars Expanded Universe, eru nógvir brúkarar av tí myrku síðuni Myrkir Jedar heldur enn Sithar, serliga orsakað av “Regluna um Tvey” (Rule of Two), sí Sith Origin.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið