Spónont

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Spónont

Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Anseriformes
Ætt: Anatidae
Slekt: Anas
Slag: A. clypeata
Spatula clypeata

Spónont (frøðiheiti - Anas clypeata) er á stødd ímillum krikkont og villdunnu. Í ymisligum búnum, svimjandi ella flúgvandi, er nevið eyðsýnt, spónvaksið og stórt. Spónont eigur á norðurhálvi í tempereraða økinum. Í Norðuratlantshavi eiga nakrar fáar í Íslandi á grunnum smávøtnum, har nógvur gróður er. Eisini í Ytru Suðuroyggjum og Orknoyggjum. Spónont eigur sjáldan í Hetlandi, og í Føroyum er hon upp aftur tilvildarligari. Spónentur í Íslandi og Stórabretlandi eru meginpartin flytifuglur, sum fer í vetrarvist syðri í Evropa. Vanligur fuglur á vetri til dømis í Orknoyggjum.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið