Jump to content

Sosialliberalisma

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Sosialliberalisma er ein politisk hugsjón, ið er ein samanrenning av liberalismu og sosialismu. Sosialliberalsimu stendur fyri eini javnvág ímillum markanðin og statin og ímillum einstaklingin og samfelagið. Kann eisini lýsast sum neyðsemja ímillum kapitalismu og redistributión. Serligur dentur verður t.d. lagdur á at taka sær av teimum veikastu í samfelagnum. Verkið A Theory of Justice eftir John Rawls (1921-2002) hevur havt stóra ávirkan á menningina av sosialliberalismuni. Upprunarliga bygdi og byggir sosialliberalisman á, at staturin hevði skyldu til: 1) at verja samfelagið móti álopum frá øðrum londum, 2) at verja hvønn einstakan borgara móti órættvísi og kúgan frá øðrum borgarum, og 3) at fáa í lag ávísar almennar stovnar, sum einstakligar ikki hava møguleika fyri at røkja. Endamálið var og er, at tað búskaparliga lívið, t.e. vinna, keyp og søla, skal fara fram í friði og náðum, og staturin skal ikki leggja uppí. Tann fría kappingin ber so við sær, at vørurnar gerast so góðar og bíligar sum yvirhøvur møguligt. Tann marknaðarbúskaparliga sosialliberalisman er nær knýtt at tí politisku. Eins væl og fólk skulu hava frítt at velja, hvørjar vørur tey skoyta um at keypa, so skulu tey frítt sleppa at seta fram síni sjónarmið.

Sosialliberalisman er ein politisk hugsjón, sum brýtur bæði við sosialismuna og liberalismuna – í hvussu er í teirra uppruna sniði. Sosialliberalisman er fyri, at samfealgið byggir á privatan ognarrætt til framleiðslutólini og á fyritaksemi hins einstaka. Sosialliberalisman er ímóti, at tað almenna eigur og drívur framleiðslutólini, men er fyri eini almennari stýring fyri at tryggja sunnan fíggjarligan vøkstur og sosiala trygd. [1] Allir samfelagsborgarar skulu eiga sama møguleika fyri at arbeiða seg fram til at gerast ánari og medánari av framleiðslutólunum. Sosialliberalisman leggur sera stóran dent á persónligt frælsi. Sosialliberalisman byggir á fultkomligt frælsi. Samfelagið er einstaklingar og ongar fyriskipanir mega forða einstaklinginum í fríðari kapping og vinna sær fram.[2]

Liberalisman kyknaði upp í USA við t.d. Thomas Jefferson aftan á frælsibardagin 1775-1782. Eftir fronsku kollveltingina í 1789 breiddi hon seg í Evropa og gjørdist grundarlagið undir fólkastýrinum, sum loysti av einaræðisstýriskipanina. Mest kendu teoretikarrarnir eru Adam Smith og Thomas Robert Malthus.

Politiskir flokkar

[rætta | rætta wikitekst]

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
  1. https://snl.no/sosialliberalisme
  2. Faulks, Keith. 1999. Political Sociology: A Critical Introduction. Edinburg, Skotland: Edinburgh University Press. ISBN: 9780748613564. S. 71-75.
  3. http://www.parties-and-elections.eu/faroes.html
  4. http://www.unc.edu/depts/europe/conferences/tgsw/documents/TGSW_Almeida_Paper.pdf
  5. http://www.parties-and-elections.eu/greenland.html
  6. http://www.parties-and-elections.eu/iceland.html
  7. http://www.parties-and-elections.eu/aland.html
  8. http://www.parties-and-elections.eu/lithuania.html
  9. http://www.parties-and-elections.eu/netherlands.html
  10. Grigsby, Ellen. 2008. Analyzing Politics: An Introduction to Politics Science. Florence: Cengage Learning. ISBN 0495501123. S. 106 og 107.