Jump to content

Skanderborg kommuna

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Skanderborg
HøvuðsstaðurSkanderborg
Vídd416,90 km²
Íbúgvar (2014)58 176
BorgarstjóriJørgen Gaarde
Skanderborg.dk

Skanderborg kommuna (Danskt: Skanderborg kommune) er ein kommuna í Región Miðjútlandi (fyrr í Århus Amt) í Danmark. Kommunan við sama navni frá 1970 til 2006 var nógv minni, nýggja kommunan er eitt úrslit av Kommunalreforminum í 2007. Hesar kommunur vóru samanlagdar til ta nýggju Skanderborg kommunu:

Skanderborg kommuna er ein partur av Región Miðjútlandi. Venstremaðurin Jens Grønlund, borgarstjóri í Galten kommunu, varð við kommunuvalinum 2005 valdur sum formaður fyri sammanleggingarnevndini og harvið borgarstjóri í tí verandi Skanderborg Kommunu.

Størstu býir í kommununi[1]
Nr.BýurÍbúgvar (2011)
 1Skanderborg 18 253
 2Galten   7 874
 3Hørning   7 028
 4Ry   5 553
 5Låsby   1 861
 6Gammel Rye   1 317
 7Virring      938
 8Stjær      936
 9Tebstrup      666

Landafrøði

[rætta | rætta wikitekst]

Hægsta náttúrliga punktið í Danmark, Møllehøj, 170,86 metrar yvir havið, og Ejer Bavnehøj, 170,35 metrar yvir havið, eru í tí syðra partinum av kommununi í ein útsynning av Skanderborg ýi, við Yding Skovhøj móti vestri er Horsens kommuna. Himmelbjerget liggur í vestara parti av kommuni.

Borgarstjórar

[rætta | rætta wikitekst]
Navn Byrjaði Endaði Flokkur
Jens Grønlund 1. januar 2007 31. desember 2009 Venstre
Jørgen Gaarde 1. januar 2010 Socialdemokraterne
  1. Danmarks Statistikbank
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið