Kommunalreformur 2007 (Danmark)


Kommunalreformurin ella Strukturreformurin ella er heitið á avtaluni í Danmark um samanlegging av nógvum kommunum, skiftið av 13 amtum við 5 regiónum og skifti av 15 statsamtum við 5 statsforvaltningum eins og avtøka av Hovedstadens Udviklingsråd (HUR) og Hovedstadens Sygehusfællesskab (H:S), sum varð viðtikið av flokkunum Venstre, Konservative, Dansk Folkeparti, Socialdemokraterne og Radikale Venstre 16. juni 2005, og sum kom í gildi 1. januar 2007.
Strukturreformurin kom ístaðin fyri strukturin við kommunum og amtum, sum vóru innførdar við Kommunalreforminum í 1970 (sí eisini Kommunalreform um aðrar kommunalreformir í Danmark).
Eitt yvirlit yvir bæði tann gamla og tann nýggja strukturin sæst á síðuni um danskar kommunur.
Samanløgdu kommunurnar vóru bygdar í 2006 av eini samanleggingarnevnd, mannað av tí gomlu kommunalnevndini, ið er vald á kommunulvali í november 2005. Í hesum kommunum er valskeiðið fyri gomlu kommununevndirnar longt við einum ári, so tann gamli struktururin framhaldandi kann virka, meðan tann nýggi verður bygdur.
Tal av kommunum og íbúgvatal ígjøgnum tíðirnar
[rætta | rætta wikitekst]| Kommunubýtið eftir íbúgvatali | |||
|---|---|---|---|
| Íbúgvatal | Tal av kommunum | ||
| fyri 1. apríl 1970 | frá 1. apríl 1974 | frá 1. januar 2007 | |
| 150.000- | 1 | 4 | 4 |
| 100.000-150.000 | 3 | 1 | 2 |
| 40.000-100.000 | 10 | 18 | 50 |
| 20.000-40.000 | 22 | 25 | 35 |
| 15.000-20.000 | 13 | 24 | 0 |
| 10.000-15.000 | 22 | 41 | 3 |
| 3.000-10.000 | 206 | 160 | 3 |
| -3.000 | 821 | 2 | 1 |
| Tilsamans | 1.098 | 275 | 98 |
Nýggju regiónirnar
[rætta | rætta wikitekst]- Región Høvuðsstaðurin umfatar Københavns, Bornholms og Frederiksberg kommunur eins og fyrrverandi Frederiksborg og fyrrverandi Københavns Amt.
- Región Sjælland umfatar fyrrverandi Roskilde, Vestsjællands og Storstrøms amt.
- Región Suðurdanmark umfatar fyrrverandi Fyns, Sønderjyllands og Ribe amt, eins og syðru helvt av Vejle Amt.
- Región Miðjútland umfatar fyrrverandi Ringkjøbing Amt, Mariager Kommuna Århus Amt tó undantikið einum parti av Mariager Kommuna, syðru helvt av fyrrverandi Viborg Amt og norðastu helvt av fyrrverandi Vejle Amt.
- Región Norðurjútland umfatar fyrrverandi Nordjyllands Amt, norðastu helvt av fyrrverandi Viborg Amt eins og tann partin av Mariager kommunu, sum ikki kom undir Región Miðjylland.
Nýggju kommunurnar (1. januar 2008)
[rætta | rætta wikitekst]Keldur/ávísingar
[rætta | rætta wikitekst]- Archived 2007-10-05 at the Wayback MachineKraks kort (kann prentast; tó ikki kommunumarkið)
- 98 nýggju kommunurnar pr. 1. januar 2007 visualiseraðar á Google Map
- Danmarks Statistik: Nøgle mellem gamle og nye kommuner.
- Lov nr. 537 af 24-06-2005 om regioner og om nedlæggelse af amtskommunerne, Hovedstadens Udviklingsråd og Hovedstadens Sygehusfællesskab
- DR's tema om kommunalreformen
- Erik Harder: Dansk kommunestyre i grundtræk. 4. udgave. København 1985. Forlaget Kommuneinformation. ISBN 87-7316-211-6
- Ove Hansen: Sådan styres kommunen. 1. udgave. 1. oplag. 1978. AOF's Forlag og Forlaget Fremad. ISBN 87-7403-131-7