Skjern kommuna

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Skjern kommuna (danskt: Skjern kommune), var ein kommuna í Ringkjøbing Amt í Danmark til 2007. Skjern kommuna hevði tá umleið 13 107 íbúgvar (2005).

Eftir kommunalreformin í 2007 varð kommunan løgd saman við øðrum kommunum til ta nýggju kommunua, sum eitur Ringkøbing-Skjern kommuna. Hinar kommunurnar sum vóru lagdar saman við Skjern kommunu til nýggju kommuna eru: Egvad kommuna, Ringkøbing kommuna, Videbæk kommuna og Holmsland kommuna.