Skógfriðingarnevndin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Skógfriðingarnevndin (danskt: Færøernes Plantageudvalg) var stovnað av løgtinginum í 1952. Nevndin liggur undir Umhvørvisstovuni, sum er undir Innlendismálaráðnum. Skógfriðingarnevndin skal hava 5 limir, og er "sett at hava eftirlit við friðaðum viðarlundum til verndar av vøkstri og dýrum á hesum lendum"[1].

Tá ið nevndin roynir at verja viðarlundir fyri skaðar við t.d. bygningum[2] ella tónleikafestivalum[3], finnast fólk onkuntíð at nevndini.

Nevndin[rætta | rætta wikitekst]

Formaður í Skógfriðingarnevndini er Jóhann Mortensen, og skrivari er Tróndur Leivsson, landsskógarvørður.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Heimasíðan hjá Skógfriðingarnevndini
  2. Listasavn Føroya: Ársfrágreiðing og roknskapur 2009
  3. Burturspiltu møguleikarnir úti í Grøv! - trupulleikarnir stýrdu avgerðini.., eftir Rani Nolsøe, býráðslimur í Klaksvík; Upprunaliga frá Norðlýsið, August 2001.