Sjúrður Joensen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Sjúrður Joensen er føddur við Gjógv 6. november 1913. Tá hann var liðugur við barnaskúlan, fór hann til skips og var fiskimaður í níggju ár, til hann fór á Læraraskúlan í Havn, har hann í 1942 tók prógv. Hann var fyrstu árini vikarur ymsastaðni í Norðuroyggjum, Eysturoynni og Streymoynni, settur lærari í Elduvík og Funningsfirði 1946-1963 og frá 1963 við Glyvra skúla.

Hann hevur so av og á latið bløðum og jólabókum eina søgu. Í 1980 komu nakrar teirra í savninum "Mangt er", sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út.